Høvuðspresturin
16.04.2019

Ovastur fyri prestastættini við templið í Jerusalem var høvuðspresturin.


Undir honum hoyrdu prestar og levittar, sum gjørdu tænastu í skiftum, meðan høvuðspresturin hevði fastan bústað í Jerusalem og gjørdi dagliga tænastu í templinum. Allir hesir tænarar vóru av Levi ætt.


Fyrsti høvuðspresturin í bíbliusøguni er beiggi Móses, Aron. Karmurin er ferðin hjá Ísraels fólki gjøgnum oyðimørkina, har Gud ger sáttmála við fólkið og í Aðru og Fimtu Másebók kunnger Mósesi ásetingarnar í sáttmálanum.

 

Millum tær mongu greinar í lógini er ein røð av væl lýstum ásetingum um búnan hjá høvuðsprestinum, hansara vígslu og tænastu. Tað skilst m.a., at høvuðspresturin bar vavhúgvu (turban) og eitt ennisband úr gulli, og at hann í bróstskjøldrinum bar Urim og Tummin, sum nýttir vórðu í lutakasti at avgera ávís sakarmál. Tað, sum lutirnir vístu, varð hildið at kunngera Guds vilja í málinum.


Vigslan av høvuðsprestinum skilti seg frá vígsluni av prestum, við tað at hann varð rituelt salvaður, eins og kongar og útvaldir profetar vórðu tað í Gamla Testamenti.


Leikluturin hjá høvuðsprestinum sum ovasti millummaður millum Gud og fólkið er eyðsýndur á tí árliga veitsluhaldinum kallað “tann stóri sáttardagurin”. Her gongur høvuðspresturin inn handan tjaldið í tað heilagasta rúmið í templinum og slettir blóð av offurdjórinum á Sáttmálaørkina. Bert høvuðspresturin hevði atgongd til tað allarheilagasta, og bert henda eina dagin í árinum (Triðja Mósebók kapittul 16).


Í teimum kongaleysu tíðunum eftir útlegdina í Bábylon, har tað jødiska landið meginpartin av tíðini var undir fremmandum harradømi, fær høvuðspresturin stóran týdning sum fólksins leiðari á odda fyri tí 70 mans stóra ráðnum, kallað “synedriið”. Hetta endurspeglast í frásøgnunum í evangeliunum í handtøkuni av Jesusi og rættarmálinum móti honum, har høvuðspresturin hevði leiklutin sum bæði ákæri og dómari (Markusevangeliið kapittul 14,53-64).


Við tí nýggja sáttmálanum, sum verður settur í gildi við Jesu krossfesting, fellur alt burtur, sum eitur offurtænasta og fatanin av, at ein prestur er millummaður millum Gud og menniskju. Myndliga verður tað sagt, við at tjaldið fyri tað allarheilagasta skrædnar, tá Jesus doyr (Markusevangeliið kapittul 15,38). Nú kann ein og hvør menniskja sjálv koma fram fyri Gud.

 

Hetta evnið verður nágreiniliga viðgjørt av tí ókenda rithøvundanum av Hebrearabrævinum. Kristus verður her lýstur sum tann endaligi høvuðspresturin, sum við at ofra seg sjálvan ger enda á allari tempultænastu. “Men hesin hevur borið fram eittans offur fyri syndir, og er so setstur með alla við høgru hond Guds” (Hebrearabrævið kapittul 10,12).


Bíbliulesiætlanin 2018 - 19.