Hann er risin upp frá deyðum
21.04.2019

Leygarkvøldið, tá ið hvíludagurin var farin, fóru Maria Magdalena, Salome og Maria, mamma Jákups at keypa væl angandi olju at salva líkið við.


Tíðliga sunnumorgunin, fyrsta dag í vikuni, skundaðu tær sær út til grøvina um sólarris. „Hvør kann hjálpa okkum at rulla steinin frá gravarmunnanum?“ spurdu tær hvørja aðra, tí steinurin var ógvuliga stórur. Men tá ið tær komu til grøvina, sóu tær, at steinurin var rullaður frá.


Tær fóru inn í grøvina og blivu ógvuliga kløkkar, tá ið tær sóu ein ungan mann í hvítum klæðum sita høgrumegin í grøvini. „Tit skulu ikki ræðast,“ segði hann, „tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, sum var krossfestur, men hann er ikki her, hann er risin upp frá deyðum. Hygg! Har lá hann.


Farið tit nú til lærusveinarnar, fyrst og fremst til Pætur, og sigið teimum, at Jesus er farin undan til Galilea. Har skulu tit hitta hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum.“


Kvinnurnar fóru út úr grøvini og rýmdu, tí at ótti og ræðsla var komin á tær. Tær søgdu ongum frá nøkrum, tí tær vóru bangnar.


Mark. 16,1-8
Nýggi Sáttmálin

 

Gleðiligar páskir.