Nøkur bíbliuvers um takksemi
07.05.2019

Takkið í øllum førum!

 

Sl. 118,24: Hetta er dagurin, ið Harrin hevur gjørt, lat okkum fegnast og gleðast á honum!


Filip. 4,6: Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk.


Sl. 106,1-2: Halleluja! Harranum lovið, tí góður hann er, og miskunn hans varir um ævir! Hvør kann siga frá stórverkum Harrans, boða um allan hans heiður?


Ják. 1,17: Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá faðir ljósanna, og hjá honum er ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi.


2. Kor.: Tøkk veri Guði fyri sína ósigandi gávu!


Kol. 4,2: Verið áhaldandi í bønini, við tað at tit eru árvaknir í henni við takkargerð.


1. Tess. 5,16-18: Verið altíð glaðir! Biðið uttan íhald! Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi til tykkara.


Op. 5,12: Teir søgdu við harðari rødd: «Verdugt er lambið hitt dripna at fáa máttin og ríkdóm og vísdóm og kraft og heiður og dýrd og signing!»


Kol. 2,6-7: Líkasum tit tí hava tikið ímót Kristi Jesusi, Harranum, soleiðis skulu tit liva í honum, v7 í tí at tit eru rótfestir og verða uppbygdir í honum og verða staðfestir við trúnni, soleiðis sum tit vórðu lærdir, og fara fram við henni í takkargerð.


Heb. 12,28: Latum tí okkum, sum fáa eitt óskakandi ríki, vera takksamar og við tað tæna Guði, honum til tokka, við blúgv og ótta!


Sl. 28,6-7: Lovaður veri Harrin, at hann hevur hoyrt mína bønligu reyst! Harrin er mín styrki og mín skjøldur, hjarta mítt leit á hann, og eg fekk hjálp; tí frøist mítt hjarta, og við mínum songi eg honum lovi.


1. Kor. 15,56-57: Men broddur deyðans er syndin, og máttur syndarinnar er lógin. Men tøkk veri Guði, sum gevur okkum sigurin við harra várum, Jesusi Kristi!


Ef. 5,4: Ófólkaligur atburður ella illavorðið tos ella leyslátað teiti, sum alt er ósømiligt, men heldur takkargerð!


Luk. 17,12-19: Og í tí hann skuldi fara inn í eina bygd, møttu honum tíggju spitalskir menn, sum stóðu langt burtur, og teir rópaðu hart og søgdu: «Jesus, meistari, miskunna okkum!» Og tá ið hann sá teir, segði hann við teir: «Farið og sýnið tykkum fyri prestunum!» Og tað bar so á, meðan teir fóru avstað, at teir vórðu reinsaðir. Men ein teirra vendi aftur, tá ið hann sá, at hann var lektur, og lovaði Guði við harðari rødd, og hann kastaði seg fram eftir rommum fyri føtur hansara og takkaði honum; og hann var ein Sámáriubúgvi. Men Jesus svaraði og segði: «Vórðu ikki teir tíggju reinsaðir? Hvar eru teir níggju? Var annars eingin, sum vendi aftur at geva Guði heiðurin uttan hesin fremmandi?» Og hann segði við hann: «Statt upp og far tú leið tína; trúgv tín hevur frelst teg!»