Tann elsti papyruslepin - Papyrus 52
09.05.2019

Kann ein papyruslepi av navnseðla stødd fáa eitt heilt ættarlið av granskarum at taka til eftirtektar alt av nýggjum? Lítli papyruslepin, ið ber navnið Papyrus 52, skumpaði undir.

 

Árið var 1934. Ungi skriftkøni Colin H. Roberts situr ein dagin á bókasavni John Rylands í Manchester og kannar bókakassar, ið goymdi gomul papyrusskjøl, ið funnin vórðu í oyðimarkarsandi í Egypt. Hesir papyruslepar líkjast morlaðum flatbreyði. Eingin hevði tá verið førur at týða tað, sum á teimum stóð skrivað, ei heldur at dagfesta teir.

 

Brádliga sær Roberts ein papyruslepa á navnseðla stødd, har skrivað vóru á báðum síðum eldri grikskir bókstavir. Eingin hevði enn klárað at eyðmerkja tað, ið á honum stóð. Men hesin nevndi Roberts fær tó loyst hesa gátu við at skilja frá hesi orð: “Jødarnir svaraðu ... deyður – borgin” og fleiri aðrar smábitar úr tekstinum.

 

Úr Jóhannesar evangeliinum

 

Við tekstkunnleika sínum av evangeliunum, sær hann skjótt, at hetta er ein skriftlepi úr Jóhannesar evangeliinum tí 18.kapittuli, har Pontius Pilatus landshøvdingi avhoyrir Jesus. Á framsíðuni stendur partar av 31. – 33. versi, og á hinari síðuni, partar av 37. – 38. versi.

 

Roberts sendir beinan vegin myndir av hesum lepa til tríggjar serfrøðingar innan griksk handrit. Teir dagfestu handritið aftur til tíð Hadrian keisara (117-138 e. Kr.) kanska til og við tíð Trajan keisara (98-117 e. Kr.) Papyruslepin er so statt brot úr einum eintaki í evangelii Jóhannesar, ið er avritað nøkur ára tíggju eftir, tað varð skrivað.

 

Ein skelkur

 

Hetta kom sum ein skelkur á mong, tá Papyrus 52 varð dagfest til byrjanina av 100-talinum. Alt síðan 1800-talið, var vanligt at dagfesta Jóhannesar evangeliið, nakað seinni. Roknað var við rundum árstølum (150-160 e. Kr.) Lítli papyrusgripurin, ið funnin varð, gjørdi, at eitt heilt ættarlið av gudfrøðingum máttu hugsa seg um aftur.

 

Tá ið evangeliið hevði spjatt seg so langt sum til Egypt og verið nýtt í fyrru hálvu av 100-talinum. Átti tað at verið skrivað um hundrað ára skiftið ella síðan fornkirkjutíð, hevur verið roknað sum hin rætta.

 

Myndin: John Rylands papyrus 457

Kelda: Norska Bíbliufelagið

Umsett: Henry Debes Joensen