Lurta
Bíbilsku fyrimyndir okkara: Maria Magdalena
14.12.2014

Kvinnan úr býnum Magdala, Maria Magdalena, hevur altíð hugtikið meg. Fyrst og fremst er tað leiklutur hennara sum fyrsta vitni til Jesu uppreisn. Hon var tann fyrsta, sum Jesus vísti seg fyri eftir uppreisnina og gav henni boð um at fara til lærusveinarnar og siga, at hann var risin upp. Hon fekk loyvi og náði at bera henda gleðiboðskapin víðari. Og Maria trúði og gjørdi, sum hon fekk boð um.

 

Men tað er eisini hennara trúfesti, sum hevur hugtikið meg. At hon fylgdist við Jesusi tann langa pínsluvegin, allan vegin út til Golgata kross. Hon var við, tá ið Jesus varð krossfestur, og hon var við, tá ið Jesus var lagdur í grøvina, og hon var hin fyrsta, sum var vitni til, at Jesus var risin upp. Hon var tann fyrsta, sum var vitni til hesa kollveltandi hending, sum ongantíð hevur sæð og ongantíð fer at síggja sín líka: at grøvin var tóm Jesus var risin upp! Harrin livir!

 

Eg havi ofta sett mær spurningin: Hví fylgdi Maria Magdalena við Jesusi allan vegin? Hví vildi hon seta lív sítt í vanda fyri at fylgja Jesusi? Hinir lærusveinarnir vóru ikki við allan vegin. Hví var Maria Magdalena?

 

Eg eri sannførd um, at ein av orsøkunum var, at Maria hevði fingið eitt kollveltandi møti við Jesus. Eitt møti, sum hevði broytt hana fullkomiliga. Hon varð vorðin gripin av Jesusi. Tí verður Maria Magdalena fyri meg ikki einans eitt vitni um Jesu uppreisn, men eisini eitt dømi um, hvat hendir, tá ið Jesus kemur inn í lívið hjá menniskjum. Hvat hendir, tá ið menniskju fáa eitt persónligt samband við Jesus.

 

Maria Magdalena er eitt dømi um, hvussu Jesus kann broyta menniskju og geva teimum nýtt lív. Eina nýggja byrjan.

 

Hóast tað, eru ymiskar meiningar um, hvør Maria Magdalena var; summi siga, at hon var skøkjan, sum salvaði Jesu føtur, og onnur, at hon var ein kvinna, sum Jesus hevði rikið 7 illar andar úr, so skert tað tó ikki burtur, at Jesus hevði rør t og broytt lív hennara. Jesus sá hana sum tann, hon var, og at hann sá hana sum tann, hon var, gjørdi ikki, at hann tók frástøðu frá henni, men tvørturímóti tók hann hana inn í sín kærleiksfulla og trygga favn. Hann fyrigav henni og gav henni nýtt lív.

 

Tí verður Maria Magdalena f yri meg eitt vitni um Guds náði, kærleika og fyrigeving, men hon verður eisini ein vitni um at velja Jesus fram um alt annað, hvussu nógv tað enn kostar. Um at tala, tá ið onnur velja at tiga. Og um at verða trúføst móti mínum Harra og frelsara, Jesusi Kristi, og gera hansara vilja.

 

Ann Dahl Hansen