Sorg tykkara skal verða vend til gleði
11.05.2019

"Um stutta tíð síggja tit meg ikki longur, men so skulu tit stutt eftir aftur síggja meg.“


Nakrir av lærusveinunum spurdu hvør annan: „Hvat meinar hann við, tá ið hann sigur: „Um stutta tíð síggja tit meg ikki longur, men so skulu tit stutt eftir aftur síggja meg?“ Og at hann fer aftur til pápan? Vit skilja ikki, hvat hann meinar við.“


Jesus visti, at teir fóru at spyrja hann, og hann segði við teir: „Royna tit at finna útav, hvat eg meinti við, tá ið eg segði: Um stutta tíð síggja tit meg ikki longur, men so skulu tit stutt eftir aftur síggja meg?


Hoyrið meg: Tit skulu gráta og eymka tykkum, men heimurin skal gleðast um tað. Tit skulu syrgja, men sorg tykkara skal verða vend til gleði.


Tá ið ein kvinna skal eiga barn, hevur hon verkir, men tá ið barnið er føtt, gloymir hon verkirnar av gleði um, at eitt nýtt menniskja er føtt í heimin.


Eisini hava tit nú sorg, men tá ið tit aftur síggja meg, verða tit glaðir, og ta gleði kann ongin taka frá tykkum.


Jóh. 16, 16-22
Nýggi Sáttmálin