Lurta
Fær fyrstu Bíbliu sína á 90 ára aldri
15.05.2019

Hon var árla á fótum, ja, longu klokkan trý á nátt til tess at náa fram at Bíbliuútlutingini í dag, 25 ár eftir, at 90 ára gamla, Man Ha Wen, tók við kristnitrúnni, har hon fekk fyrstu Bíbliu sína.


Vit eygleiddu eldru konuna í stóra fylginum, ið savnað var í Sun Zu-kirkjuni, nærindis stórbýnum Linyi í Kina. Hon man vera elsta fólkið í kirkjuni. Blíð eygu fylgja henni saman við øðrum norskum gestum. Tá ið presturin spurdi, um her vóru nøkur, ið onga Bíbliu áttu, var hon skjót at rætta upp tunnligu hond sína, so øll í kirkjusalinum varnaðust hana.

 

Eg savni hugsan mína um hana, har eg standi við myndatóli mínum og taki myndir av teimum, ið fáa ognað sær eina Bíbliu í dag.

 

Takk!

 

Aftaná Bíbliuútlutingina, faldaði hon hendurnar og av heilum hjarta og huga sigur: “Takk fyri Bíbliuna!”


Tað verður víst hana, eg fari at skifta orð við aftaná handanina. Tulkurin sigur mær navn hennara, at hon eitur Man Ha Wen og er 90-ára gomul.


-Eg eri sera glað at síggja tygum, sigur hon.


-Eg var á fótum longu klokkan trý í morgun fyri at koma higar.

 

-Eg gekk mær fram at húsinum, har dóttir mín býr, og síðan koyrdu vit hesar gott og væl 30 kilometrarnar til Sun Zu-kirkjuna. Dóttirin situr við lið hennara. Um kvøldið, aftaná at hava hugt at øllum myndunum, síggi eg, at dóttirin, (hana í stríputa skjúrtinum), sita við tár á kinn og hyggur at teimum mongu myndunum. Eisini hon hevur tikið við kristnitrúnni, og hon visti, hvussu mamman longdist eftir at eiga sína egnu Bíbliu.

 

-Var tað ikki strævið á 90-ára aldri at ferðast so langt?

 

-Nei, tað var tað als ikki, tí eg vildi so fegin síggja tykkum, lær hon.

 

-Samstundis hevði eg hoyrt frá fólki, at tú kundi fáa ognað tær eina Bíbliu her, sigur hon.

 

Dýrabart

 

-Hvat dámar tygum nýggju Bíbliuna?


-Bíblian er mær virðismikil og dýrabar!


-Eiga tygum eina Bibliu heima?

 

-Nei, hetta er mín fyrsta Bíblia! Áður kendi eg ikki ein einasta bókstav og kundi tí ikki lesa. Eftir at eg tók við kristnitrúnni, fór eg at læra meg nøkur Bíbliuorð uttanat. Dugi nú rættiliga nógv. Kann tí lesa partar av henni, sigur hon.

 

Dreymurin


-Tað eru nú 25 ár síðan eg tók við kristnitrúnni, sigur hon.


-Tað var Gud, ið valdi meg, leggur hon dent á.

 
-Eg var sjúk og hevði nógva pínu undir høgra herðablaði. Eingir læknar kundu veita mær nakran linna. Ein dreymur broytti alt.

 

-Meðan eg sovi, hoyrdi eg eina rødd, ið segði: “Far og finn tær nøkur trúarsystkin!” Eg hitti nøkur, sum eg kendi. Hesi bóðu fyri mær og hjálpti mær at taka við trúnni. Eg tók ímóti Jesusi, og hann gav mær heilsuna aftur.


Havi lært at lesa

 

Í barnaárum sínum fekk hon ongantíð høvi at ganga í skúla.


-Alt var lagt til rættis fyri meg, eisini hvør drongurin varð, eg skuldi giftast við. Avtala var gjørd við eina aðra familju.


-Heima gjørdi eg alt, ið hevði við húsarhald at gera, men fekk onga skúlagongd.


-Tá eg kom til Guds og lærdi Jesus at kenna, kendi eg á mær, at Gud vildi, at eg skuldi læra at lesa. Eg dugi nú at lesa í Bíbliuni.

 

-Hvat Bíbliuorð talar mest til hjarta títt?

 

-Tað er Matteusar Evangeliið ... hon fer ar gráta og leggur sína tunnligu hond upp at andlitinum – har stendur, at Jesus varð krossfestur fyri syndir mínar! Orðið um Jesus geva týðiliga henni styrki.


Eitt í Kristi

 

Í dag hava bæði børn og abbabørn fingið lut í somu trúnni.


-Hví komst tú higar í Sun Zu-kirkjuna í dag?


-Íðan, veruliga av tveimum grundum, lær hon.


-Eg vildi so fegin ogna mær eina Bíbliu. Eisini vildi eg fegin síggja tykkum, ið koma langa leið hiðani. Eg kenni veruliga, at vit eru ein familja; vit eru brøður og systrar í Jesusi. Í honum eru vit eitt – eisini tey fremmandu.


Kelda: Norska Bíbliufelagið

Mynd: Hans Johan Sagrusten

Henry Debes Joensen umsetti