Ein rødd er, sum rópar í oyðimørkini
17.05.2019

Um ta tíðina fór Jóannes doyparin út í oyðimørkina í Judea at prædika.


Hann prædikaði har fyri fólki og segði: „Vendið um til Guds, tí ríki hansara er í nánd.“ Tað var Jóannes, Jesaja profetur hevði talað um, tá ið hann segði: Ein rødd er, sum rópar í oyðimørkini, slættið veg Harrans, gerið leiðir hansara beinar.


Klæði hansara vóru úr kamelhárum, og um miðjuna hevði hann eitt leðurbelti, og hann át grashoppur og hunang frá villum býflugum. Bæði úr Jerusalem og úr allari Judea og økinum við Jordanánna komu fólk út í oyðimørkina at lurta eftir Jóannesi. Tey komu til hansara og søgdu frá øllum tí skeiva, tey høvdu gjørt, og hann doypti tey í ánni.


Har komu eisini mangir farisearar og saddukearar til hansara at verða doyptir, men Jóannes segði við teir: „Tykkara ormaungar. Hvør hevur billað tykkum inn, at tit skulu sleppa undan Guds vreiði? Hon kemur, og tí eiga tit at liva, so at tað sæst, at tit veruliga eru broytt. Hugsið ikki, at tit kunnu siga við tykkum sjálv: „Ábraham er pápi okkara.“ Gud kann umskapa hesar steinarnar til børn Ábrahams.


Øksin liggur longu við røturnar á trøunum, og tað træ, sum ikki ber góða frukt, verður avhøgt og kastað í eldin.


Matt. 3,1-10
Nýggi Sáttmálin