Lurta
Matteusar frásøga um Jesus
22.05.2019

Ilt er at siga, nær Mattusar frásøga um Jesus er skrivað. Fornkirkjan helt fast um, at frásøgan er skrivað tíðliga í tíðini. Eingi beinleiðis prógv eru ímóti hesum, og kann henda frásøga tí sigast at vera skrivað fyri ár 70 e. Kr.


Eins og hjá Markusi er talan um fleiri frágreiðingar um Jesus og hansara virki.


Fyrst hoyra vit um Jesu føðing og barnaár, og síðan er tann fyrsta av fimm talum at hoyra. Tað er Jesu fjallaprædika (kapitlarnir 5-7), har hann sigur frá, at tey, sum trúgva á hann, skulu fáa lut í Guds ríki, og lýsir eisini, hvussu lívið á jørðini eigur at verða livað.


Í næstu taluni (kapittul 10) gevur hann teimum, sum hann sendur út at boða, ráð um, hvussu teir eiga at fara fram. Hinar talurnar eru um, hví Jesus nýtir líknilsir, tá ið hann talar fyri fólki (kapittul 13), um viðurskifti í kirkjuni (kapittul 18) og um heimsins enda, tá ið Jesus skal koma aftur, og um dómadag (kapitlarnir 24-25).


Matteusar frásøga um Jesus rúmar sostatt eini stórari mongd av Jesu egnu orðum og líknilsum, umframt at tað eru mangar frásøgur um, hvussu hann lekir tey sjúku, eins og nógv verður skrivað um Jesu deyða og uppreisn. Jesus verður lýstur sum Messias, Frelsarin hjá tí jødiska fólkinum, sum, Gamli Sáttmálin hevði boðað frá, skuldi koma.

 

Hóast Matteusar frásøgan helst er skrivað til kristin av jødiskum uppruna, er hon ætlað øllum.

 

Nýggi Sáttmálin