Lurta
Biðið, og tit skulu fáa
13.05.2023

Tann dagin fara tit ikki at spyrja meg um nakað, tí Pápi mín gevur tykkum alt, sum tit biðja um í áliti á meg. Enn hava tit ikki biðið soleiðis, men tað skulu tit her eftir.


Biðið, og tit skulu fáa, og tit vera fullir av gleði.


Higartil havi eg talað til tykkara í líknilsum, men tann tíð kemur, tá ið eg skal tala beint fram til tykkara um Pápa mín. Tann dagin skulu tit brúka mítt navn, tá ið tit biðja til hansara. Tit kunnu tala beinleiðis til hansara, og tí er ikki neyðugt hjá mær at biðja til hansara fyri tykkum.


Pápin elskar tykkum, av tí at tit hava elskað meg og trúgva, at eg eri komin frá honum. Eg eri komin frá Pápa mínum í heimin, og nú fari eg úr hesum heimi og aftur til Pápa mín.


Jóh. 16,23-28

5. s. e. páskir
Nýggi Sáttmálin