Farið út at prædika gleðiboðskapin um allan heimin
30.05.2019

Seinast sýndi hann seg fyri teimum 11 lærusveinunum, meðan teir sótu til borðs.


Hann átalaði teir, tí teir ikki trúðu sær, ei heldur teimum, ið hann hevði víst seg fyri eftir uppreisnina. Og hann segði við teir: „Farið út at prædika gleðiboðskapin fyri øllum menniskjum um allan heimin. Tann, sum trýr gleðiboðskapinum og verður doyptur, skal verða frelstur, men tann, sum ikki trýr, skal verða dømdur.


Tey, ið trúgva á meg, eru løtt at kenna, tí tekin fylgja teimum. Tey reka út óndar andar í mínum navni og tala í tungum. Tey taka um ormar við berum hondum; og drekka tey okkurt drepandi eitur, skal tað ikki skaða tey. Tey skulu leggja hendurnar á sjúk, og tey verða frísk.“


Tá ið Jesus var liðugur at tala til teirra, varð hann tikin upp til himmals og settist við Guds høgru hond. Og lærusveinarnir fóru út og prædikaðu allar staðir.


Og Jesus arbeiddi við teimum, og hann staðfesti við teknunum, at tað, teir boðaðu, var satt.


Markus 16, 14-20
Nýggi Sáttmálin