Teir kenna hvørki meg ella Pápa mín
01.06.2019

Tá ið eg eri heima hjá Pápa mínum, skal eg senda tykkum Heilaga Andan, sum kemur frá Pápa mínum. Hann skal vitna, at eg eri Guds Sonur. Tit skulu eisini vitna um meg, tí tit hava verið við mær av fyrstu tíð.


Hetta sigi eg tykkum nú, fyri at tit ikki skulu missa trúnna á meg, tá ið tað hendir, segði Jesus.


Teir fara at koyra tykkum út úr synagogunum, og teir, sum drepa tykkum, skulu halda, at teir tæna Gudi við tí. Teir halda tað, tí teir kenna hvørki meg ella Pápa mín.


Eg sigi tykkum tað, so at tað ikki kemur óvart á tykkum, tá ið tað hendir. Hetta segði eg tykkum ikki í fyrstuni, tí eg havi alla tíðina verið hjá tykkum.


Jóh. 15,26-16,4
Nýggi Sáttmálin