- Jesus hjálpir í vónloysinum
03.06.2019

Hann er prestur teirra kristnu, ið komu heim aftur eftir krígslok. Framvegis níva djúpu sárini sál og likam teirra. Til at fáa orðskifti í lag við tey heimkomnu um tað ónda, nýtir Younan faðir í sálarrøktini, bíbliusøgur.

 

Younan faðir, er prestur í sýrisku-katólsku kirkjuni. Hann stendur fyri teimum vikulestrunum, tey heimkomnu kristnu fylgja, nú eftir kríggið. Síðan allar kirkjur teirra liggja í sori, verður samkoma hildin úti í garðinum við sundursorlaðu kirkjuleivdirnar.

 

Enddurnýggjað bíbliuviðurskifti

 

Mong kristin hava fingið endurnýggjaði bíbliuviðurskifti, sigur hann.

 

-Bíblian hevur fyri mong verið sum ein kokusnøt – tey hava ikki vunnið sær veg gjøgnum skalið og á tann hátt nomið smakkin av tí góðu fruktini innaní. Kunnleikin til Gamla Testamenti er eingin. Um tey høvdu havt kunnleika til GT, høvdu tey skilt Nýggja Testamenti betur.

 

-Tað, ið hent er okkum, minnir um ta ferðina fólkið var ført burtur á sinni til Babylons: hóast fólkið var fallið í synd, var Gud tó við teimum á ferðini, hóast vit mangan kenna okkum burtur frá honum.

 

Tey kristnu í Irak hava mangar vakrar kirkjur, sigur Youman faðir.


-Men hvør er kunnleiki teirra um Jesus? Tað er stórur ókunnleiki um hann! Tað er eins og Harrin segði við Jeramia profet: “Tí at fákunnugt er fólk mítt; meg kenna teir ikki.” (Jer 4,22) Okkum tørvar at verða vakt úr svøvni!


-So tygum trúgva, at Gud loyvdi tí, ið hent er!


-Ja, tí trúgvi eg. Um onkur spurdi, um eg hevði viljað livað ferðina av nýggjum, so hevði eg svarað: “Ja.” Á ferðini livdu vit av eini náði, sum eingin annar hevur upplivað hvørki fyrr ella seinni. Vit livdu í eini ólukkuligari, deyðiligari støðu; men vit komust undan!


-Sum at fara í deyðan


Tað hendi 6. august í 2014, at Youman faðir mátti flýggja klokkan 4 á morgni.


-Eg var noyddur at fara frá øllum, eg átti: Klæðunum, bókunum, bilinum – allari míni verð. Mátti taka til rýmingar í klæðunum, eg var í.


Hann samanber flýggjanina við sjálvan deyðan:


-Á sama hátt verður tað, tá eg skal fara úr hesi verð – fái einki við mær! Gud vísti mær á, at allir mínir ognarlutir her á jørð verða mær einaferð virðisleysir. Gud fer ikki tá at spyrja meg um tær mongu bøkurnar ella á allan mín pening, eg átti.


-Hevur tú sæð nakra broyting á teirra kristnu trúgv?


-Tá ið vit á ferðini lósu Bíbliuna, fluttu vit hendingar haðani beinleiðis inn á egna lív okkara. Har síggja vit, at tað, ið hendi okkum, ikki er so undarligt ella yvirnatúrligt. Alt frá fyrstu kristnu øldini, vórðu kristin atsøkt og roynd – á tann hátt vaks teirra trúgv!


-Trúgvin bjargaði okkum


Tey kristnu hava spurt seg sjálvi, hvør framtíð teirra hevði verið, vóru tey ikki kristin.


-Tað, ið bjargaði teimum, var trúgvin eina. Hon bjargar eisini okkum frá yvirgangi. Hvussu, um vit ikki vóru kristin – høvdu vit tá funnið hvílu og frelsu?


-Hvussu hevði flýggjanin ávirkað tey ungu og viðurskifti teirra við Guds orð?


-Tey ungu eru vorðin meira opin fyri tí, Bíblian sigur. Á Facebook síggja vit ung festa niður bíbliuvers og bønir. Vit arbeiða alla tíðina millum tey ungu. Vit eru salt jarðarinnar, og vit hava ábyrgd av, at saltið ikki dovnar.


- Hvussu ávirkar arbeiðið innan sálarligar viðgerðir kirkju tína?


-Vit hava sæð, at í Bíbliuni standa livireglur, ikki bara um gudsótta. Eg finni líkskap í lívi mínum júst samsvarandi tí, ið skrivað stendur í Bíbliuni. Vit hava lisið, at Jesus græt – tá kann eg sum kristin eisini virðismeta pínsluna og sorgina!


- Á sama hátt hava vit sæð, at Bíblian er ein bók, ið fevnir um alt lívið.

 

Skeiðið í sálarrøkt hjálpti fólki bæði andliga og kropsliga. Á øllum økjum í lívinum, kemur Jesus til okkara, ið ivast, okkum til hjálpar.


Kelda: Norska Bíbliufelagið
Henry Debes Joensen, umsetti