Pápi mín fer at senda Heilaga Andan fyri meg
08.06.2019

Judas – ikki Judas Iskarjot – spurdi: „Harri, hvussu ber tað til, at tað eru bara vit, sum fara at síggja teg, og ikki allur heimurin?“


Jesus svaraði honum: „Pápi mín elskar tey, sum elska meg, tí tey gera, sum eg sigi. Vit báðir koma til tey og vera altíð hjá teimum. Men tey, sum ikki elska meg, gera ikki tað, sum eg sigi. Og tað, sum eg sigi, havi eg ikki frá mær sjálvum, men frá Pápa mínum, sum hevur sent meg.


Hetta sigi eg tykkum, meðan eg enn eri hjá tykkum. Pápi mín fer at senda Heilaga Andan fyri meg. Hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt.


Eg lati frið mín verða eftir hjá tykkum. Tann friður, sum eg gevi, eri ikki tann friður, sum heimurin gevur. Óttist ikki og ræðist ikki. Tit hava hoyrt, at eg segði við tykkum: Eg fari burtur, og eg komi aftur til tykkara.


Elska tit meg, skulu tit gleðast um, at eg fari aftur til Pápa mín, tí hann er størri enn eg. Nú havi eg sagt tykkum tað, áðrenn tað hendir, so at tit kunnu trúgva tí, tá ið tað er hent.


Eg skal ikki tala nógv til tykkara aftrat, tí at høvdingin í hesum heimi kemur. Hann kann einki gera mær, men hetta hendir, fyri at heimurin kann skilja, at eg elski Pápa mín. Tí geri eg soleiðis, sum Pápi mín hevur boðið mær. Komið latið okkum fara hiðani!


Jóh. 14, 22-31
Nýggi Sáttmálin

 

Gleðiliga hvítusunnu!