Lurta
Tí at so elskaði Gud heimin
09.06.2019

Tí at so elskaði Gud heimin, at hann ofraði sín einasta son, so at tann, sum trýr á hann, ikki skal glatast , men hava ævigt lív.


Gud sendi son sín í heimin at frelsa hann, ikki at døma hann. Tann, sum trýr á Guds son, verður ikki dømdur, men tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað at hann ikki trýr.


Hetta er dómurin, at ljósið er komið í heimin, men menniskjuni dámdi myrkrið betur enn ljósið, tí gerðir teirra eru óndar.


Tann, sum ger tað, ið ónt er, hatar ljósið og verður í myrkrinum, so eingin skal síggja tað, hann hevur gjørt.


Men tann, sum ger tað, sum gott er, kemur fram í ljósið. So kunnu øll síggja, at hann ger Guds vilja.


Jóh. 3,16-21
Nýggi Sáttmálin