Lurta
Skriftirnar eftir Lukas
12.06.2019

Eins og Gamla Testamenti hevur sína longu røð av søgufrásagnarligum skriftum, sum siga frá um Ísraels fólk, soleiðis hevur eisini Nýggja Testamenti eitt umfatandi søguritsavn.


Lukasevangeliið er saman við Ápostlasøguni eitt samlað savn í tveimum bindum av sama rithøvundi. Tað byrjar við boðanini um føðing Jóhannes Doyparans og sigur í fyrra bindi frá um Jesu gerningar og læru og endar við himmalsferðini. Seinna bind tekur í, har Lukasevangeliið endar, og heldur fram við frásøgnini um, hvussu tann elsta kirkjan breiðir seg út frá Jerusalem yvir Samariu og út í allan heimin. Í fyrra parti í Ápostlasøguni (kapittul 1-12) er ápostulin Pætur mest frammi, men í seinna parti er tað Paulus og hansara missiónsferðir, sum er tann reyði tráðurin.


Lukasevangeliið og Ápostlasøgan hava ikki bert fingið íblástur frá frásagnarbókunum úr Gamla Testamenti (t.d. Kongabøkurnar, Samuelsbøkurnar v.fl.), men eisini frá tí lærdu søguskriving í rithøvundans grikska og latínska umhvørvi. Tað sæst millum annað á, at rithøvundurin leggur dent á raðfylgju og ordan í báðum sínum bindum (sí t.d. inngangsørindini til báðar bøkurnar), á tí nágreiniligu tíðarfesting av høvuðshendingunum í frásøgnini um Jesus, og at tíðarfestingin av hesum hendingum verður sett í samband við veraldarsøguna og ta jødisku søguna (sí t.d. Lukasevangeliið kapittul 2,1-2 og 3,1-2).


Rithøvundans søguhugsan kemur sjónligast til sjóndar í tí, hvussu hann sær ta samlaðu frásøgnina um Guds frelsu. Hon er býtt upp í fýra tíðarskeið: Fyrst Ísraels ella profetanna tíðarskeið, sum rakk fram til Jóhannes doyparan, og tað avgerandi í hesum tíðarskeiðnum er alt tað, sum profetiskt peikar fram ímóti Kristusi. Síðan kemur tíðarinnar ósvitaligi miðdepil: Jesu lívstíð fram til hansara himmalsferð. Triðja tíðarskeiðið er tíðarskeiðið hjá kirkjuni ella missiónini, sum byrjar við, at lærusveinarnir taka ímóti Heilaga Andanum á hvítusunnu, og sum ber í sær, at gleðiboðskapurin verður borin út til heimsins enda. Loksins fylgir Jesu afturkoma og at Guds Ríki endaliga verður sett á stovn.


Sum tað er í Matteus-, Markus- og Jóhannesevangeliunum, upplýsa hvørki Lukasevangeliið ella Ápostlasøgan nøvnini á rithøvundunum ella hvar ella nær tey eru skrivað. Í øllum hesum førum stava tey nøvn, sum vit í dag kenna frá skriftunum, á siðaarv frá fornkirkjuni. Tær báðar bøkurnar eru tískil vorðnar knýttar at tí Lukasi, sum tríggja staðni í Paulusar brøvum verður nevndur sum hansara starvsfelagi. Í tí eina verður Lukas umtalaður sum lækni (Kolossubrævið kapittul 4,14).


Tær báðar bøkurnar standa væl í tí kristnu frásøgnini. Ápostlasøgan er tann elsta og mest álítandi frásøgnin um ta fyrstu øldina í kirkjunnar søgu, og hóast Lukasevangeliið er á hædd við hini trý evangeliini, sermerkir tað seg í tí at vera einsamalt um týðandi tekstir sum jólaevangeliið og líknilsið um hin miskunnsama samáriubúgvan og hin burturfarna sonin.


Bíbliulesiætlanin 2018 - 19.