Einføld mannagongd, tá ið bólkar saman lesa Bíbliuna
14.06.2019

Tað loysir seg at lesa Bíbliuna saman í bólki. Her er ein einfald mannagongd, ið hóskar teimum flestu.


Fyrsta stig: AT LESA TEKSTIN

 

Býta hvørjum luttakara tekstin í prentaðum líki ella lesa hann á netinum.
Byrja við at biðja, t.d: “Gud, takk fyri, at tú gavst okkum Bíbliuna. Hjálp okkum at síggja, hvør tú ert!”

Les gjølla bíbliutekstin – og møguliga at skiftast um upplesturin. Lesið stutt brot (minni enn ein kapittul) í senn; ella at lesa bíbliutekstin samanhangandi, so at tit hvørja ferð lesa framhaldið, haðan komið var til.


Næsta stig: TAGNAR- OG SKIFTISLØTUR


Nýt einar tríggjar minuttir í tøgn at hugsa um tekstin. Hvat serstakt finnur tú í tekstinum?

Tað kann vera okkurt, tú heldur hevur stóran týdning. Okkurt er, tú ikki skilur; okkurt um, hvør Gud er ella okkurt, ið viðvíkur míni lívsstøðu.
Gott er at tosa saman um ymist, hesum viðvíkjandi: síðan eitt umfar í bólkinum, har hvør einstakur skiftandi viðger málið sum frægast. Íkastið frá hvørjum einstakum í bólkinum nýtist ikki at verða viðgjørt.


Triðja stig: BØN, IÐ HÓSKAR TÍ, LISIÐ VARÐ

Er nakað evni í bibliutekstinum, ið kann verða nýtt sum ein bøn?
Eru orð í tekstinum, ið eggja okkum at biðja og at takka?
Til endans biðið fyri hesum.


Hví felagsbøn?

Øll kristin trúgva á ein Gud, ið er, og at hann elskar okkum. Er tað satt, so er tað rætt og natúrligt at samskifta við hann. Bíblian eggjar okkum veruliga at biðja ella at hugsa eina bøn, ella seta saman orð um hann. Eins og tá ið vit skifta orð við onkran, vit síggja og kenna.


Hví lesa vit Bíbliuna?

Kristin eru sannførd um, at Bíblian er hin fremsti háttur, Gud samskiftir við okkum eftir. Er tað satt, tá kunna vit læra nógv at lesa í henni. Men Bíblian er eisini skrivað um alt ímillum 2000 og 4000 árum síðan – í einum heilt aðrari søguligari støðu og mentan. Hon kann tí verða torfør hjá okkum nú at skilja. Tað er tí okkum at gagni at lesa hana saman við øðrum og kanska seta hvør øðrum spurningar og saman vera virkin og arbeiðsom í langa tíð.


Kelda: Bibel-læseringen
Umsett hevur Henry Debes Joensen