Vindurin blæsur, sum hann vil
15.06.2019

Ein ráðharri hjá jødum, ein fariseari, ið æt Niko­demus, kom til Jesus á nátt og segði við hann: „Rabbi, vit vita, at Gud hevur sent teg fyri at læra okkum. Eingin kann gera tey tekin, sum tú gert, uttan Gud er við honum.“


Jesus svaraði honum: „Nú skalt tú hoyra: „Eingin kann síggja Guds ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.“ „Hvussu kann eitt vaksið menniskja verða føtt av nýggjum?“ spurdi Nikodemus,“tað ber ikki til at koma inn aftur í móðurlívið og verða føddur umaftur.“


Jesus svaraði: „Uttan so at vit verða fødd av nýggjum við vatni og Heilagum Anda, koma vit ikki inn í Guds ríki. Tann, sum er føddur av einum menniskja, er bara menniskja, men tann, sum er vorðin til av Heilagum Anda, er andi. Hví undrast tú á, at eg segði við teg, at tit skulu verða fødd av nýggjum? Vindurin blæsur, sum hann vil. Tú hoyrir suðið av honum, men tú veitst ikki, hvaðan hann kemur, og hvagar hann fer. Soleiðis er eisini við teimum, sum eru vorðin til av Heilagum Anda.“


„Hvussu kann tað bera til?“ spurdi Nikodemus aftur. „Tú ert ein av teimum fremstu lærarunum,“ svaraði Jesus, „og veitst ikki hetta! Nú skalt tú hoyra: Eg tali um tað, sum eg veit, og vitni um tað, sum eg havi sæð, men tit trúgva ikki tí, sum eg sigi. Trúgva tit mær ikki, tá ið eg sigi tykkum frá tí, sum hendir á jørðini, hvussu skulu tit tá trúgva mær, tá ið eg sigi tykkum frá tí, sum hendir í himli? Eingin annar hevur verið í Himli uttan eg, Menniskjusonurin, sum eri komin av Himlinum.

 

Eins og Móses í oyðimørkini hongdi upp kopar­ormin at verja fólkið ímóti ormabiti, soleiðis verður Menniskjusonurin hongdur upp á ein kross, fyri at hvør tann, sum trýr á hann, skal hava ævigt lív.


Jóh. 3,1-15
Nýggi Sáttmálin