Hvussu Skriftin er vorðin til
20.06.2019

Frásøgnin fyrst, síðan skrivaða orðið. Allar frásagnirnar vórðu savnaðar; síðan týddar.

 

Tað er stutta søgan um Bíbliuna, ið gjørdist okkum ein veruleiki. Talan er um eina langa tilgongd frá fyrstu munnligu frásøgnunum til føroysku Bíbliuna, vit kenna, og sum lisin verður.


Munnliga frásøgnin og okkara siðaarvur

Hildið verður, at mangar av søgum Bíbliunnar eru sprotnar av mannamunni, áðrenn tær vórðu festar á blað. Faðir til son, og frá móður til dóttur. Við øðrum orðum er talan um munnligan siðaarv. Frásagnir um Gud og menniskju, ið hildnar at hava havt størsta týdningin, eru sagdar fólkinum ættarlið til ættarlið.


Nýggja Testamenti sigur, at kristindómsins týdningarmesta hending er tóma grøvin. Av tí var júst henda søgan, tey fyrstu kristnu fyrst av øllum høvdu á munni.


Tað næsta, ið sagt varð frá, var tað, Jesus gjørdi og segði: at hann grøddi sjúk og so hansara líknilsi; síðan Jesu føðing og barnaár.


Fest á blað


Eitt ávíst tíðarbil varð farið undir at festa søgurnar á blað – bæði til tess at varðveita tær og tryggja teimum eitt reglufast innihald. Gamla Testamenti varð fyrst skrivað á hebraiskum, og NT varð skrivað á grikskum.


Elsti partur av Bíbliuni man helst vera frá 700-600 f. Kr. Teir snúgva seg um tær, ið bera profetiskan dám, Mósebøkurnar og kongabøkurnar úr GT.

 

Yngsti parturin av Bíbliunnar bókum eru brøvini í NT. Tey eru skrivað um leið ár 120 e. Kr.


Eingi av Bíbliunnar handritum, sum mynda Bíbliunnar bøkur, eru varðveittar, men eru at finna í elligomlum skjølum. Elsta varðveitta handritið í NT er eitt lítið brot úr Jóhannesar evangeliinum. Tað er frá u.l. ár 135 e. Kr. Tað er 40-50 ár, eftir tað at Jóhannesar evangeliið varð skrivað.

 

Henry Debes Joensen, umsetti