Messias
01.07.2019

Í jødadóminum var ein væntan um, at tað skuldi koma ein persónur við guddómligum myndugleika at fría fólkið.


Hesin skuldi venda øllum jødum til ta røttu trúnna, endurstovna jødiska ríkið ella tryggja skiftið til hin komandi heimin.


Væntanirnar kundu sostatt bæði vera jarðiskt-politiskar, í tí at væntað varð eitt nýtt Dávidsríkið, og himmalskt-mytologiskar, í tí at væntað varð, at Messias skuldi broyta verandi heim fullkomiliga.


Í Nýggja Sáttmálanum er tað greitt, at Jesus er svarið upp á hesar væntanir. Hann er Messias, men er tað á ein serligan hátt. Hann skal doyggja fyri at vinna á deyðanum og frelsa fólkið.


Orðið „Messias“ er hebraiskt og merkir „salvaður“ eins og grikska orðið „Kristus“. Upprunaliga merkir Kristus sostatt Messias, men skjótt var navnið Kristus skilt sum eitt slag av sernavni undir liðini á Jesus. Tí velja vit ofta at umseta Kristus við Messias, tá ið tað ikki stendur saman við navninum Jesus, men heldur vísir til áðurnevndu jødisku væntanirnar.

 

Nýggi Sáttmálin