Kleysturhandritið. Í 1844 vitjaði ungi granskarin, Constantin von...
10.06.2018

Í 1844 vitjaði ungi granskarin, Constantin von Tischendorf, Katarinakleystrið við Sinaifjall. Ørindini  vóru at finna gomul bíbliuhandrit.

 

Væl varð leitað á bókasavninum, men einki serstakt handrit varð funnið. Tvær ferðir vórðu gjørdar aftrat inn á bókasavnið, og ta seinnu ferðina bar til.


Tischenforf fann størsta dýrgripin, væl fjaldan innan í einum reyðum klæði. Har lá ein sera vøkur Bíblia goymd. Hon var skrivað á grikskum. Í Gamla Testamenti vóru nøkur bløð burtur, meðan alt Nýggja Testamenti var í heilum líki.

 

Handritið fekk navnið Codex Sinaiticus. Tað var skrivað niður á reint pergament. Handritið er sera væl skrivað. Støddin (43 x 38cm). Handritið var tíðarfest til miðan triðju øld e. Kr. føðing. Sanniliga eitt virðismikið Bíbliueintak um tíðarskeiðið, kristindómurin var statsreligión í tí rómverska ríkinum. Fyri kanningina av teksti og innihaldi hevur handritið havt ómetaligan týdning. Handritið er elsta óskalaða dømi av NT, ið funnið er. Handritið vísir, hvussu tekstirnir hava sæð út so tíðliga sum í 300-talinum.

 

Tekstirnir hava mangastaðni verið ymiskir frá tí, ið kent var frammanundan. Alkend støð í NT t.d. Mark 16,9-16 og Jóh 7,53-8-11, eru ikki at finna. Tað verður tí hildið, at Codex Sinaiticus, var eitt vánaligt handrit við mongum brekum. Men seinasta hundrað ára skeiðið, hava ein mongd av nýggjum handritum staðfest, at bíbliutekstir  frá 200- og 300-talinum vóru ymiskir. Tá ið tað onkrastaðni í teimum nýggjaru Bíbliunum eru fótnotur, sum siga frá, “at versið væntar í teimum elstu handritunum “, so er Codex Sinaiticus eitt av teimum handritum, sipað verður til.

 

Tó vísir Codex Sinaiticus, at bíbliutekstir, hóast ymisleikan, eru latin víðari við stórum trúskapi alt frá fornkirkjuni og fram at okkara tíð. Codex Sinaiticus fer tí í framtíðini framhaldandi at verða av størstu dýrgripunum í Nýggja testamentligum høpi. Handritið hevur fingið sína egnu heimasíðu á netinum. Har kunna øll fara inná og kanna hetta: www.codexsinaiticus.org

 

Henry Debes Joensen umsetti úr norskum.