Jólaheilsan frá Bíbliufelagnum
18.12.2014

Til limir og stuðlar hjá Bíbliufelagnum!

 

Tað er okkum ein stór gleði at vera saman við tykkum í felags bíbliuarbeiði okkara!

 

Vit bjóða nú umframt ta gomlu eina nýggja app ókeypis á nýggju heimasíðu okkara. Sí www.biblia.fo.

Og so eru ikki færri enn tvær nýggjar føroyskar týðingar av Nýggja Testamenti í gerð. Hetta er sanniliga nakað at gleða seg til. Tað er eisini har tann stóra gleðin verður boðað okkum: “Tykkum er í dag ein frelsari føddur!”

 

Guds troyst, styrki og gleði ynskja vit tær!

 

Advent merkir koma, og á jólum kom hann, og hann er okkara millum!

 

«Sí, moyggin skal verða við barn og eiga son, og á navni skulu tey nevna hann Immanuel»; tað merkir: «Guð við okkum.» (Matteus-Evangeliið 1,23).

 

Hann, sum lat seg føða, og sum doyði og reis upp, er við okkum. Jesus er troystari okkara og vón okkara.

 

Føroyska Bíbliufelagið ynskir tær eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár!

 

Tað er vón, tí Jesus livir, og navn hansara er Immanuel!

 

Vinaliga vegna Bíbliufelagið,

Bergur D. Joensen,
formaður