Lurta
Bíbliutýðarar
03.07.2019

Í bíbliuarbeiðinum uppliva vit mangan eina sterka tráan eftir at kunna lesa Bíbliuna á hjartans móðurmáli; málið, foreldur teirra tosaðu. Bara soleiðis festir Guds orð røtur. Tí hevur arbeiðið at týða Bíbliuna almiklan týdning.

 

Joseph Olaui, er ein av bíbliutýðarunum á Fílabeinsstrondini. Honum er tað púra greitt, at Gud talar við øll. Tað hevur tí stóran týdning, at Bíblian verður fólksins ogn. Nú á døgum er Bíblian týdd til 636 mál, men tosað verða 7000 mál!

 

Fílabeinsstrondin liggur í Vesturafrika. Høvuðstaðurin eitur Yamoussoukro. Danfólkið býr nær vesturstrondini, og mett verður, at har búgva 1,5 milliónir.

 

Umleið 22% eru kristin og 21% muslimar. Hóast gleðiboðskapurin kom hagar ógvuliga tíðliga, so eru mong knýtt at forfedranna siðvenju við einum sindri av gandakynstri og animismu íblandaðum; tí er áhugin at kunna ogna sær ein Bíbliu á teirra egna móðurmáli nógv vaksandi.

 

-Eg týði Bíbliuna til danmál. Kirkjurnar blóma á Fílabeinsstrondini, og hvat kann vera betri enn at fáa alla Bíbliuna á einum fullfíggjaðum móðurmáli? sigur Joseph.

 

Kelda: Svenska Bíbliufelagið.

Týtt hevur Henry Debes Joensen