Eg havi funnið seyð mín
06.07.2019

Teirra millum, sum hildu seg nær hjá Jesusi fyri at hoyra hann, vóru tollarar og aðrir, sum ikki hildu lógina. Fariseararnir og teir skriftlærdu grenjaðu um hetta: „Hann er ikki bara saman við tílíkum fólki, hann etur eisini saman við teimum.“


Tá segði Jesus teimum eitt líknilsi: „Um ein av tykkum eigur 100 seyðir, og ein teirra er horvin, fer hann so ikki frá teimum 99 í haganum at leita eftir tí horvna, inntil hann finnur hann? Og tá ið hann hevur funnið hann, er hann glaður og ber hann aftur á herðunum. Og tá ið hann kemur heim, kallar hann vinir sínar og grannar saman og sigur við teir: „Koma tit ikki inn at gleðast saman við mær? Eg havi funnið seyðin aftur, sum var horvin.“


Soleiðis er eisini í himli. Har verður størri gleði um ein, sum vendir um frá síni synd enn um 99, ið liva eftir Guds vilja og ikki hava umvending fyri neyðini.


Ella hvat ger ein kvinna, sum eigur 10 silvurmyntir og missir ein? Man hon ikki tendra ljós og rudda húsið og leita væl, til hon finnur hann? Og tá ið hon hevur funnið hana, bjóðar hon vinkonum og grannakonum heim til sín og sigur: „Koma tit ikki inn at gleðast saman við mær, tí eg havi funnið silvurmyntin, sum eg hevði mist?“


Soleiðis er eisini í himli. Guds einglar gleðast um ein, sum vendir um frá síni synd.“


Luk. 15,1-10
Nýggi Sáttmálin