Paulusar bræv til kirkjuna í Róm
10.07.2019

Brævið rúmar hina mest umfatandi kristnu trúarlæruna av øllum brøvunum hjá Paulusi.


Tað tykist ikki sum um, at tað eru ítøkilig mál at viðgera í kirkjuni í Róm, ið eru orsøkin til, at Paulus skrivar brævið kanska nakað fyri ár 60 e. Kr. – kanska ár 57, meðan hann er staddur í Korint. Heldur er tað Paulus sjálvur, sum nú stendur við eitt vegamót, tí at tænasta hansara at bera boðskapin um Jesus út er komin at enda í eystara parti av Rómverjaríkinum.


Hann hevur tí eitt ynski um at halda á í vestara parti av ríkinum. Hann hevur ætlanir um at náa Spania og ynskir í hesum sambandi at leggja leiðina fram við kirkjuni í Róm. Í kapitli 15, vers 24, síggja vit m.a., at hann ynskir stuðul frá kirkjuni í Róm til hesa ætlan sína.


Brævið til rómverjar sigur frá, at Gud bæði ynskir at taka ímóti jødum og ikki-jødum. Eftir Jesu deyða og uppreisn er tað ikki longur neyðugt at halda jødisku lógina fyri at fáa Guds fyrigeving. Nei, fyrigevingin fæst í og við trúnni á Jesus Krist. Men týdningarmikið er tað fyri Paulus at leggja dent á, at jødarnir ikki er útihýstir frá møguleikanum til frelsu. Bæði jødar og ikki-jødar kunnu verða frelstir.


Tey menniskju, sum trúgva á Kristus, hava fingið Heilaga Andan, so at tey nú kunnu kunnu liva lívið, soleiðis sum Gud vil tað. Hetta eigur at vera sjón­ligt í gerandislívinum, har tey eiga at vera lýdnir sam­fel­agsborgarar. Tað veri seg í samband við politikk og í kirkjuni, har tey eiga at liva í innanhýsis kærleika.


Nýggi Sáttmálin