Kann ein blindur leiða ein blindan?
12.07.2019

Hjálpið hvør øðrum, eins og Gud hjálpir.


Dømið ikki onnur, tí at døma tit tey, verða tit sjálv dømd. Fyrigevið, og tykkum verður fyrigivið. Gevið, og tykkum verður givið. Geva tit øðrum ríkiliga, fáa tit ríkiligt aftur. Tey, sum fáa eitt mál av korni frá tykkum, geva tykkum eitt stappað og væl fylt ílat við roka á aftur.


Jesus segði teimum eitt líknilsi: „Kann ein blindur leiða ein blindan? Munnu ikki báðir detta í veitina?


Ein lærlingur er ikki yvir lærumeistara sínum. Men tá ið hann er útlærdur, er hann sum meistarin.


Og hvussu ber tað til, at tú sært flísina í eyganum á vini tínum, og tú ikki sært bjálkan í tínum egna eyga?


Hvussu kanst tú siga við hann: „Lat meg taka flísina úr eyga tínum, tá ið tú ikki sært bjálkan í tínum egna eyga? Tú ert ein hyklari! Fyrst mást tú taka bjálkan úr tínum egna eyga, so sært tú væl at taka flísina úr eyganum á vini tínum."


Luk. 6,36-42
Nýggi Sáttmálin