Synagogan
16.07.2019

“Og hann kom til Nasaret, har sum hann var vaksin upp, og han fór, sum siður hansara var, hvíludagin inn í samkomuhúsið.” (Luk 4,16)


Synagoga, ella samkomuhús, sum orðið veruliga merkir, var ein alkendur stovnur fyrstu øldina eftir Kr.f. Men ongar sannførandi upplýsingar eru til skjals um upprunan. Ein teori er tann, at jødafólkið, sum varð flutt burtur til Bábel, tørvaði eitt samkomustað sabbatsdagin til bønahalds og at lesa heilagu Skriftirnar. Fjart frá halgidóminum ella templinum í Jerusalem, varð samkomustøðið lagt.


Eftir at templið í Jerusalem varð lagt í oyði í árinum 70 e.Kr. varð samkomuhúsið týdningarmiklasta savningarstaðið. Bønirnar vórðu bidnar á hebraiskum máli og samkomutænastan broyttist ikki stórvegis tey 2000 árini, útlegdin vardi. Harafturímóti broyttist teirra eyðkenni. Í dag liggja ymisku samkomuhúsini nær hvørjum øðrum. Tey askunasisku - í Eystureuropa. Tey sefardisku - tey sponsku í latínamerika. Tey jemenittisku – bara fyri at nevna nøkur.


At lesa Skriftirnar, bøn og undirvísing, eru týdningarmestu staklutirnir innan samkomuna. Synagogan kann hava øll møgulig snið; men eitt hava tær felags. Allar mugu venda eystureftir, móti Jerusalem.


Í Nýggja Testamenti lesa vit, at Jesus er staddur í Synagoguni, samkomuhúsinum í heimbygdini Nasaret. Og í Ápostlasøguni 6,9, lesa vit um “nakrar menn frá samkomuhúsinum sum er kallað eftir Libertinum og Kyreneingum og Aleksandriumonnum.”


Nasaret, har Jesus vaks upp, var ein lítil týdningarleys landsbygd við eini 400 íbúgvum. Bygdin er nevnd 25 ferðir í NT, men ikki í GT. Í dag stendur størsta kirkjan í Miðeystri, Boðanarkirkjan kallað, í Nasaret. Hon er bygd á staðnum, har Maria, sambært gomlum siðaarvi, fekk vitjan av einglinum, Gabriel, ið boðaði henni, at hon skuldi føða frelsara heimsins. Jarðfrøðis útgrevstur vísir, at á hesum staði, kirkjan stendur, var í fyrstu øld e.Kr, ein synagoga.


Hvør veit? Kanska var tað júst har, Jesus opnaði bókina og las úr Jesajabók.


Henry Debes Joensen umsetti.