Hoyrið nú meg
27.07.2019

Tit skulu gera tað, Gud vil hava, og tað skulu tit gera nógv betur enn teir skriftlærdu og fariseararnir, annars koma tit ikki inn í Guds ríki.


Tit vita, hvat lógin sigur: „Tú mást ikki myrða,“ og „hvør tann, sum myrðir, verður dømdur í rættinum.“


Men eg sigi tykkum: Tann, sum verður illur inn á ein úr býnum, verður dømdur í býarrættinum. Og rópar onkur ein annan tápuling, verður hann sekur fyri hægsta dómstóli. Og um onkur kallar onnur fyri býttlingar, verður hann revsaður við Helvitis eldi.


Fert tú ein dagin í templið við eini offurgávu, og tær kemur í hug, at ein, tú kennir, er illur inn á teg, lat so gávu tína liggja við altarið. Far heldur beinanvegin og verð samdur við hann. Kom síðani og ber fram gávuna.


Ert tú á veg í rættin við einum máli, royn so at verða samdur við mótstøðumann tín, áðrenn tað verður ov seint, so hann ikki letur teg til dómaran, og dómarin biður tænaran seta teg í fongsul. Og eg kann siga tær: Tú sleppur ikki út haðani, fyrr enn tú hevur goldið hvørt oyra av skuldini.


Matt. 5,20-26
Nýggi Sáttmálin