Eingin verður rættvísgjørdur fyri Gudi við lóg
07.08.2019

Allar Ísraels lóg- og revsuásetingar eru býttar yvir Aðru til Fimtu Mósebók.


Har eru ásetingar fyri harðskapi, stuldri, endurgjaldi, sjúku, gudstænastu, kynsligari samveru, jarðarbýti, rættargangi og mongum øðrum. Tær grundleggjandi meginreglurnar eru styttar í teimum tíggju boðunum, sum kunnu lesast bæði í Aðru Mósebók kapittul 20 og í Fimtu Mósebók kapittul 5. Henda lógin í Gamla Testamenti verður tulkað sum teksturin til tann sáttmálan, sum Gud ger við sítt fólk undir ferðini í oyðimørkini: “Um tit nú vilja lýða rødd míni og halda sáttmála mín, so skulu tit vera ogn mín fram um allar tjóðir, tí at mín er øll jørðin”. (Onnur Mósebók 19,5).


Lógin fær høvuðssætið í Ísraels gudsdýrkan, sum m.a. kemur til sjóndar í Sálmi 24,3-6, har m.a. stendur: “Hvør torir ganga niðan á fjall Harrans, hvør torir standa á hans heilaga staði? Hann, ið sakleysar hevur hendur og hjarta reint, ikki hevur vent sínum huga at lygnum og ikki svør svikara eið. Hann skal av Harranum fáa signing og rættlæti frá sínum frelsunnar Gudi.”


Evangeliini siga frá eini langari røð av tvídráttum um at lýða lógina millum Jesus og hansara lærusveinar øðrumegin og teir skriftlærdu og fariseararnar hinumegin. Í Markusarevangeliinum kapittul 2,1-3,6 verður sagt frá fleiri førum, har Jesus verður ákærdur fyri at bróta lógina við at geva syndanna fyrigeving, vera saman við tollarum og syndarum, lítilsvirða fastar reglur, at gera arbeiði – undir hesum at lekja – á hvíludegnum. Í øllum hesum førum verjir Jesus atburðin hjá lærusveinunum við, at hann er í samsvari við djúpastu meining í lógini, sum er at ansa eftir og varða um mannalív við umsorgan og miskunn.


Soleiðis leggur Jesus dent á, at grundarlagið í allari lógini er kærleiki til Gud og næstan (Matteusevangeliið kapittul 22,34-40). Í Fjallataluni (Matteusevangeliið kapittul 5-7) førir Jesus fram eina røð av týdningarmiklum ásetingum í lógini og gevur teimum skerpandi tulking, sum vísir, at lógin kann ikki haldast eftir síni ætlan bert við ytri gerningum, men bert við heilhugað at svara skaparans góðsku við tokka til mannalívið.


Í Paulusar brøvum fær tvídrátturin um lógina nakrar sjónligar og ógvusligar lýsingar: “Men at eingin verður rættvísgjørdur fyri Gudi við lóg, tað er skilligt, tí at hin rættvísi skal liva við trúgv” (Galatarbrævið 3,11) og “Tí at øll lógin er uppfylt við einum orði, við hesum: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.» (Galatarbrævið kapittul 5,14). Tað fær tó ikki Paulus heilt at vraka lógina. Hon kann geva góða vegleiðing um, hvat ið er synd. Men hon er ikki nakar vegur til rættvísi og frelsu.


Tann leiklutin, sum lógin hevði í gamla sáttmálanum, hevur í nýggja sáttmálanum lyftið um Guds náði ístaðin fyri, sum verður móttikið við trúgv.

 

Bíbliulesiætlanin 2018 - 19