Lurta
Eitt frískt træ ber góðar fruktir
29.07.2023

Ansið tykkum fyri teimum følsku profetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru svangir úlvar innan.


Tit kenna teir av teirra gerðum. Ber tað til at fáa víndrúvur av einum tornarunni ella fikur av einum tistli?


Nei, eitt frískt træ ber góðar fruktir, og eitt rotið træ ber ringar fruktir. Tað kann ikki vera øvut. Hvørt træ, sum ikki ber góða frukt, verður felt og brent.

 

Tit kunnu kenna teir følsku profetarnar á gerðum teirra.


Tað eru ikki øll tey, ið siga við meg „Harri, Harri“, sum koma inn í Guds ríki, men bara tey, ið gera vilja hansara.

 


Matt. 7,15-21

8. s. e . trinitatis
Nýggi Sáttmálin