Lurta
Hvussu seta vit sjøtil á Bíbliuna?
15.08.2019

Bíblian er ein framúr bók – hon er eitt eindømi. Veruliga mest lisna bók í heiminum. Tá ið ein lesur hana, hugsar ein ferð eftir ferð, at hana hevur eingin skrivað av sær sjálvum, men við Guds hjálp.

 

Í fyrstuni, tú fert undir at lesa hana, er rættast at byrja við Nýggja Testamenti. Her verður sagt frá, um tað Jesus segði og gjørdi; eisini tann týdning, hann hevði hjá teimum, ið møttu honum!

 

Fyrsta bókin í Gamla Testamenti, mælt verður at lesa, eru Sálmarnir og síðan Fyrsta og Onnur Mósebók. Spennandi verður síðan at lesa Dánjalsbók, síðan Jónasarbók og seinasta part av Jesajabók kapittul 53 til og við 66.

 

Varðveit tó høvuðsdentin á Nýggja Testamenti og lat Jesus gerast høvuðspersónin, ið gerst tær eitt og alt! Bíblian sigur, at um vit vilja vita, hvør Gud er. Lít fyrst at Jesusi! Hann er Guds egna mynd! Gud gjørdist menniskja í Jesusi!

 

Jesus segði: "Tann, ið sær meg, hann sær tann (Gud), sum sendi meg!" Jóh 12,45

 

At minnast:

  • Les ikki bara Bíbliuna sum eina megnarsøgu, men sum Guds talu inn í lív títt!
  • Finn aðrar samsintar ella samsint, sum tú kanst skifta orð við um Bíbliuna!
  • Royn at menna persónlig viðurskifti við Gud, so hann fær talað við teg sjálva/an gjøgnum orð sítt.
  • Bið Gud veita tær innlit og styrki gjøgnum orð sítt!

Bíbliusannleikar

  • Eitt tíðarhvarv umleið 1500 ár.
  • Nýggja Testamenti er tilsamans = 27 bøkur
  • Gamla Testamenti = 39 bøkur
  • Gamla- og Nýggja Testamenti tilsamans = 66 bøkur
  • Tey fýra evangeliini (Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes-evangeliið). Er skrivað av eygnavitnum av lívi Jesu – og eingir serfrøðingar innan fornlistaverk ella fornaldarrit ivast í sannleikanum í NT.
  • Til skjals eru á goymslu 5000 griksk og 10.000 latínsk handskrivað avrit av Nýggja Testamenti, sum ljóða eins og sum gevur NT størsta trúvirði samanborið við onnur fornrit bæði áðrenn og eftir Kristi føðing.

Umsett hevur Henry Debes Joensen