Paulusar bræv til kirkjurnar í Galatia
21.08.2019

Brævið er ein hvassorðað heilsan til tær kirkjur, ið Paulus hevur stovnað í økinum Galatia í Lítlaasia.


Støðan er hon, at aðrir jødakristnir talarar eru komnir inn í kirkjuna. Hesir krevja, at tey ikki-jødisku kristnu eiga at lata seg umskera. Men Paulus hevur víst á, at teir ikki-jødar, sum hava tikið við kristnari trúgv, ikki hava tað fyri neyðini at verða umskornir eftir jødiskari lóg. Nú eru tað so kortini komnir nakrir, ið læra tað øvuta av hesum.


Paulus byrjar brævið við at staðfesta sína støðu: Hann vísir á, at hann er beinleiðis kallaður til uppgávuna av Kristi og ikki av nøkrum menniskjum. Samstundis lýsir hann sítt lív fram at hesum degi. Paulus er sjálvur jødi og hevur afturat hesum søkt at teimum kristnu. Men Gud hevur valt hann út til hesa nýggju uppgávu sum kristin boðberi millum ikki-jødar.

 

Í hesum virksemi hevur hann eisini fingið stuðul frá teimum kristnu leiðarunum av jødiskum uppruna í Jerusalem.


Høvuðsevnið í brævinum er tískil, at eingin megnar at halda Guds lóg til fulnar, og letur ein seg umskera, so hevur viðkomandi sagt seg liva undir lóg og ikki undir náði. Paulus vísir tí á, at tað er bara við trúnni á Krist, at menniskju fáa lut í Guds fyrigeving.


Tað er Kristus, sum hevur fríað okkum frá at vera undir lógarinnar krøvum. Øll, sum eru doypt og liva í trúnni á hann, eru felags um júst trúnna á hann, og tá hevur tað einki at siga, um ein er føddur sum jødi ella ikki, er trælur ella frælsur, maður ella kvinna.

 

Øll hava somu atgongd til frelsuna frá Gudi. Tí eiga tey kristnu at liva lív sítt í trúnni á Jesus og at liva lív sítt samsvarandi Jesu lívi, t.v.s. í kærleika og friði.


Nýggi Sáttmálin