Lurta
Tú lurtaði ikki eftir Gudi
24.08.2019

So reið Jesus nærri, og tá ið hann sá býin, græt hann um hann. „Hevði tú tó bara skilt, um so ikki fyrr enn í dag, hvat tú skuldi gjørt fyri at liva í friði,“ segði hann. „Men tú veitst tað ikki nú, tí skjótt fara fíggindar tínir at laða ein garð rundan um teg og kringseta teg og leypa á teg úr øllum ættum. Teir slætta teg við jørðina, og alt fólkið í tær verður dripið. Har verður alt lagt í oyði, tí tú ikki lurtaði eftir Gudi.“

 

Jesus fór inn á tempulplássið og fór at reka tey út, sum har keyptu og seldu. Hann segði: „Hava tit gloymt, hvat stendur í Bíbliuni: „Hús mítt skal vera eitt bønhús, men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli.“


So fór Jesus at læra dagliga í templinum. Bæði prestarnir, teir skriftlærdu og fólksins leiðarar royndu at fáa hann av vegnum, men teir vistu ikki, hvussu teir skuldu gera, tí hann var umringaður av fólki, sum vildu hoyra, hvat hann segði.


Luk. 19,41-48
Nýggi Sáttmálin