Paulusar bræv til Titus
28.08.2019


Brævið er skrivað Titusi, sum var ein ikki-jødiskur sam­starvsfelagi hjá Paulusi.


Í brævinum hoyra vit um, at Titus hevur verið verandi á Kreta, eftir at teir báðir hava vitjað oynna. Nú er uppgávan hjá Titusi at halda fram við arbeiðinum at bera kristna boðskapin út.


Tað liggur honum á hjarta at velja leiðarar í kirkjunum at stríða ímóti tí følsku læruni, sum er grundað á manngjørdar mytur, og sum eftir øllum at døma eru vanligar á Kreta. Í staðin eigur „tann sunna læran“, sum Paulus nevnir tað, at verða framborin.

 

Læran fevnir um eina kristna húsarhaldsskipan fyri kvinnur, menn og trælir, har Paulus leggur dent á, hvussu tey eiga at liva saman. Hann nemur eisini við, hvussu menniskju kunnu verða frelst.


Hvussu kirkjurnar verða skipaðar, verður týðiliga greinað í brævinum og líkist nógv tí, hann skrivar í fyrra brævi sínum til Timoteusar.


Nýggi Sáttmálin