Eg takki tær, at eg ikki eri sum onnur
31.08.2019

Jesus segði aftur eitt líknilsi, sum var ætlað fólki, ið ikki vóru í iva um, at tey livdu eftir Guds vilja og roknaðu hini fyri einki.


„Einaferð vóru tveir menn, sum fóru í templið at biðja. Annar var fariseari, og hin var tollari.


Farisearin stóð og bað: „Gud, eg takki tær fyri, at eg ikki eri sum onnur. Tey snýta og svika, bróta hjúnarbandið ella liva sum hasin tollarin. Eg fasti tvær ferðir um vikuna og lati tíggjund av øllum, eg tjeni.“


Tollarin stóð langt burtur og vildi ikki lyfta eygu síni móti himli, meðan hann bað, men sló seg fyri bringuna og segði: „Gud, tú mást bera yvir við mær og náða meg, sum ikki haldi lógina.“


Hendan góðtók Gud, men ikki farisearan.


Tann, sum setir seg sjálvan høgt, verður settur lágt, men tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt av øðrum.“


Luk. 18,9-14
Nýggi Sáttmálin