Paulusar fyrra bræv til kirkjuna í Korint
04.09.2019

Kirkjan í Korint varð grundað av Paulusi. Tá var Korint ein stórbýur við ymiskum mentanum og átrúnaðum. Tey kristnu í býunum vórðu roknað upp í tey, sum vóru lægst sett sosialt sæð. Har vóru eisini múgvandi kristin í kirkjuni. Hetta kundi skapa stríð, og Paulus tekur støðu til hetta í fyrsta brævi sínum til tey kristnu í Korint. Brævið er kanska skrivað í Efesus um ár 56 e. Kr., har Paulus boðaði gleðiboðskapin í trý ár.

 

Orsøkin til brævið er ósemja í kirkjuni. Vit hava varhugan av, at tey kristnu eru í ymsum bólkum, „sterk“ og „veik“, „rík“ og „fátæk“. Eisini vóru spenningar ímillum kristin, sum t.d. talaðu í tungum, og tey, sum ikki gjørdu tað. Paulus eggjar teimum til góðan felagsskap og semju í kirkjuni. M.a. fyri at øll í felagsskapinum skula fáa burtur av máltíðini, tá ið heilaga kvøldmáltíðin var.

 

Paulus tekur støðu til nógvar ítøkiligar gerandisligar trupulleikar, sum hann helst hevur hoyrt um. M.a. hjúnalag, kynslív, rættarmál og viðurskifti undir gudstænastuni. Vanliga høvuðsreglan er, at tey „sterku“ skula taka atlit til tey „veiku“.

 

Nøkur í kirkjuni halda, at tey longu eru upprisin frá teimum deyðu, og tí kunna tey „loyva sær alt“. Her ger Paulus vart við, at alt er møguliga loyvt, men alt er ikki gott.

 

Í kapittul 11 síggja vit elstu útgávuna av ritualinum fyri heilagu kvøldmáltíðina (breyðbróting, altargongd), og í kapittul 15 er ein greið lýsing av meiningini við uppreisnini. Tað er í kapittul 13, at tann sokallaði „kær­leikans hásongur“ er, har orðini „Trúgv, vón og kærleiki verða verandi, og størstur av teimum er kærleikin“, standa.


Nýggi Sáttmálin