Lurta
Alt, sum hann ger, er gott
26.08.2023

Og Jesus fór av stað frá Týrus til Sidon og helt ferðina ígjøgnum Dekapolis til Genesaretvatnið.


Og har komu nakrir menn til hansara við einum deyvum manni, sum illa kundi tala, og bóðu hann leggja hond sína á hann.


Jesus fór burturfrá við manninum, stakk fingrarnar í oyru hansara, spýtti og nam við tungu hansara. So leit hann upp móti himli, suffaði og segði: „Effata,“ – tað er: Opna teg. Í stundini opnaðust oyru hansara, og tungan livnaði, og hann kundi tosa uttan trupulleikar.


Jesus noktaði fólkinum at siga tað fyri nøkrum, men tess meira hann noktaði teimum tað, tess meira boðaðu tey frá tí.

 

Tey vóru ógvuliga bilsin og søgdu: „Alt, sum hann ger, er gott. Hann fær deyv at hoyra og málleys at tosa.“


Mark. 7,31-37

12. s. e. trinitatis
Nýggi Sáttmálin