Nýggj bíbliuumseting á norðursamiskum
06.09.2019

Nýggj norðurlendsk bíbliuumseting er júst komin. Fyrstu ferð síðan 1895 er nú komin heil bíbliuumseting á norðursamiskum.


2019 er altjóða UNESCO árið, ætlað upprunamálum. Hóskandi í hesum føri kemur svenska, norska og finska bíbliufelagið við nýggjari norðursamiskari bíbliuumseting, Biibbal 2019.


Umfatandi umsetingararbeiðið hevur vart 30 ár. Seinast í august mánaði í ár kom Biibbal 2019.


“Bíbliuumsetingin er veruliga norðursamisk á ein heilt annan hátt enn hin gamla frá 1895 og ber týðiligan dám av norðurlendska málinum. Í gomlu Bíbliuni vóru tekstir frá 1870-unum og tí ikki lættir at skilja,” sigur umsetingarovastin, Mikael Winninge, við svenska bíbliufelagið.


Tey, ið umsett hava, eru úr Norra, Svøríki og Finnlandi. Hesi hava havt drúgva tíð at finna ein felags stavi- og málleist, ið er felags fyri alt norðursamiska máløkið. Eini 16-17.000 nýta norðursamiska málið.


Danska Bíbliufelagið
Henry Debes umsetti.