Lurta
Bíbilsku fyrimyndir okkara: Jósef
05.06.2018

Í Bíbliuni eru tað nógvir persónar, ið kunnu hugtaka okkum. Ein teirra, sum eg heilt frá barnsbeini havi steðgað við, er Jósef, son Jákups. Vit lesa um hann í 1. Mós. 37-50.

Jósef verður seldur av brøðrum sínum sum trælur til Egyptalands. Har upplivdi hann órætt, tá ið hann verður lagdur undir at hava gjørt seg inn á konu Potifars og endar í fangahúsi. Hansara evni at týða dreymar, bjarga honum, tá ið hann verður leiddur fyri Farao og týðir dreymar hansara. Eftir hetta, gerst hann næsti maður Faraos. Tá ið hungursneyðin rakar Ísrael, komu brøður hansara at keypa korn, og Jósef kennir teir beinan vegin. Tað er ein sera rámandi frásøgn um, hvussu Jósef møtir teimum, og megnar at fyrigeva.

 

Hvat kann Jósef læra okkum? Fyrst og fremst at fyrigeva! Jósef hevði eitt fyrigevandi sinnalag. Sjálvt um vit fyrigeva, so hava vit ofta lyndi til at vilja revsa tann, ið hevur sært okkum. Vit kunnu, eitt nú, lata onnur fáa at vita, hvat viðkomandi hevur framt ímóti okkum. Men soleiðis var ikki við Jósefi.

 

Fyri tað fyrsta, vildi hann ikki, at nakar í Egyptalandi skuldi vita um tað, beiggjarnir høvdu gjørt. Vit hoyra t.d. Jósef biðja øll fara út, so at eingin egypti var inni eftir hjá honum, tá ið hann segði brøðrum sínum, hvør hann var.

 

Tá ið eg var ungur, trúði eg, at Jósef bað egyptar fara út, tí hann vildi ikki vísa teimum, at hann græt. Men orsøkin er sjálvsøgd tann, at eingin Egypti skuldi finna útav, hvat brøðurnir høvdu gjørt í móti honum 22 ár frammanundan.

 

Jósef hevði eina ætlan at fáa alla familjuna at flyta til Egyptalands, og um Farao hevði fingið at vitað, hvat brøðurnir høvdu gjørt, vita vit ikki, hvat hevði hent.

 

Jósef er ofta sæddur sum ein fyrimynd uppá Krist. Sum Jósef fyrigav brøðrum sínum, soleiðis hevur Jesus fyrigivið okkum.

 

Má sama sinnalag vera í hjørtum okkara.

 

Hanus á Gørðum