Fyrsta brævið til kirkjuna í makedónska býnum Thessaloniki verður mett at vera tað elsta brævið frá Paulusi.
Tí er tað samstundis elsta kristna skjalið, ið finst. Paulus hevði sjálvur stovnað kirkjuna í Thessaloniki, og har vóru tey flestu ikki-jødar. Brævið er kanska skrivað í Korint – og kanska longu ár 49 e.Kr., nakrar mánaðir eftir, at kirkjan varð stovnað, av tí at hann ikki hevur hoyrt frá teimum síðan.
Nú hevur starvsfelagi Paulusar, Timoteus, tó verið og vitjað, og tað eru góð tíðindi, hann kemur við. Tí skrivar Paulus brævið. Paulus sigur frá síni gleði og takksemi um kirkjuna, men hann eggjar teimum enn meira til at liva soleiðis, sum hann hevur lært tey. Kirkjan er nýggj, og tí hevur hon framvegis tørv á hansara stuðli til at liva tað nýggja lívið.
Eitt týðandi evni í brævinum er spurningurin um, hvat hendir við teimum kristnu, sum doyggja. Eftir øllum at døma, hevur Paulus ikki sagt teimum frá um uppreisn frá deyðum, og tí hava tey kristnu ímyndað sær, at ævigt lív merkir, at tey ikki fóru at doyggja. Men nú eru so nøkur deyð, og hini eru um at missa vónina um ævigt lív.
Tí ynskir Paulus at styrkja kirkjuna í trúnni á uppreisnina við at avdúka, hvat skal henda, tá Jesus kemur aftur. Fyrst skulu tey deyðu kristnu rísa upp, og so skulu bæði tey livandi og tey upprisnu møta Jesusi í felag.
Nýggi Sáttmálin