Hin hjálpsami Samariubúgvin
14.09.2019

So vendi hann sær til lærusveinarnar og segði við teir: „Tey eru heppin, sum síggja tað, sum tit síggja, tí eg sigi tykkum, at mangir kongar og profetar hava til fánýtis ynskt at síggja og hoyra tað sama sum tit.“


Ein lógkønur, ið vildi freista Jesus, spurdi: „Meistari, hvat eigi eg at gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?“ „Hvat stendur skrivað í lógini, og hvussu skilir tú hana?“ spurdi Jesus. „Tú skalt elska Gud av øllum hjarta tínum, við øllum lívi tínum, við allari styrki tíni og við øllum viti tínum, og tú skalt elska onnur, soleiðis sum tú elskar teg sjálvan,“ svaraði maðurin.


„Rætt hevur tú!“ segði Jesus. „Gert tú soleiðis, so skalt tú liva.“ Men maðurin vildi rættvísgera spurningin og spurdi aftur: „Men hvussu kunnu vit elska øll onnur, og hvørji eru tey?“


Jesus svaraði við at siga eina søgu: „Ein maður ferðaðist frá Jerusalem oman til Jeriko, og hann varð álopin av ránsmonnum. Teir skræddu klæðini av honum, bukaðu hann og lótu hann liggja hálvdeyðan eftir. Tað bar so á, at ein prestur kom framvið. Hann sá hann, men gekk langt uttan um hann. Somuleiðis kom ein tænari í templinum. Tá ið hann sá hann, gekk eisini hann uttanum.

 

Men so kom ein av fíggindum okkara, ein maður úr Samaria, sum var á ferð. Tá ið hann sá hann, fekk hann samkenslu og tók hjartaliga synd í honum. Hann fór til hansara, reinsaði sár hansara við olju og víni og bant um tey. So lyfti hann hann upp á esil sítt og flutti hann á eitt herbergi og røktaði hann. Morgunin eftir gav hann vertinum tveir denarar og segði við hann: „Røkta hann nú so væl, og leggur tú pengar út fyri hann, skal eg gjalda tær, tá ið eg komi aftur.“


So spurdi Jesus tann skriftlærda: „Hvør av teimum trimum, heldur tú, gjørdi so, sum skrivað er í lógini, tá ið maðurin var álopin?“ „Tann, sum hjálpti honum,“ svaraði hin skriftlærdi. „Far tú so og ger sum hann,“ segði Jesus.


Luk. 10,23-37
Nýggi Sáttmálin