Lurta
Týdningarmikil handrit
18.09.2019

Silvurrullurnar úr Hinnonsdali

 

Í 1979 vórðu tvær smáar silvurrullur funnar í Hinnonsdali í Jerusalem. Hesar vísti seg at vera frá ár 600 f. Kr., so statt umleið 2600 ára gamlar. Hesar silvurrullur eru elstu brot úr einum bíbliuteksti, funnin eru. Tá ið hesar vórðu rullaðar út var longdin 39 mm og 97 mm. Skrivaði teksturin var skrivaður á eldri hebraiskum máli. Innihaldið var aronitiska signingin úr 4. Mósebók 6,24-26.

 

Bókarullurnar í Qumran

 

Í Qumran, sum liggur í útnyrðingspartinum nær við Deyðahav, var í árinum 1947-52 funnar leivdir av 800 bókarullum, ið lógu væl fjaldar í 11 ymiskum smogum. 200 av hesum rullum vóru partar av bíbilskum bókum. Hesar rullur vórðu fjaldar í leirkerum inni í fjallasmogum. Átta metra langa Jesajarullan (1Qisaa) úr fjallasmogu 1, er hin mest víðagitna. Hon er einasta fullfíggjaða rullan. Hon er tíðarfest til umleið ár 125 f. Kr. og er túsund ár eldri enn elsta tátíðarkenda hebraiska handritið.

 

Codex Leningradensis

 

Kodeks Leningrad varð skrivað á hebraiskum umleið 1008 f. Kr. Teksturin er elsta fullfíggjaða handritið av hebraisku Bíbliuni. Handritið er tí vorðið fyrimyndarteksturin undir flestu bíbliuumsetingum. Handritið er nú í varðveitslu á savni í St. Pætursborg, áður Leningrad og ber hetta heitið.

 

Týdningarmikil bíbliuhandrit

 

Elstu varðveittu bíbliuhandrit er Codex Vaticanus og Codeks Sinaiticus. Hesi eru skrivað longu í fjórðu øld. Fyrsta handritið er til skjals á Vatikansavninum í Rómaborg. Meginpartin av hinum eru í varðveitslu á British Library í London, men nøkur handrit eru til skjals í St. Pætursborg, Leipzig og St. Katarina-kleystrinum við Sinai. Codex Sinaiticus finna vit á www.codex-sinaiticus.net.

 

Hóast hesi handrit ikki eru varðveitt í heilum líki, so goyma hesi stórar partar av Gamla- og Nýggja testamenti. Hesi handrit kunna hava verið partar av eldri bíbliuhandritum, savnað í heilum líki í einari útgávu. Hesi eru millum tey fremstu vitni í upprunaliga handritinum av Nýggja Testamenti.

 

Triðja handrit er Codex Alexandrinus, ið er frá 400-talinum. Tað er elsta kenda evnishandritið, ið fevnir um alt Gamla Testamenti og umframt apokrýfisku (tær deuterokanónisku bøkurnar). Eitt ískoyti til Nýggja Testamenti knýtt at fornkristnum brøvum. Codex Alexandrinus er í varðveitslu á British Museum í London.

 

Myndatekstur: Tær sonevndu Deyðahavsrullurnar eru tey elstu varðveittu handrit, ið eru av Tanak (GT). Tað er Jesajarullan.

 

Kelda: Norska Bíbliufelagið
Umsett hevur Henry Debes Joensen