Vit hava spurt Gunnar Reynslág 5 spurningar um Bíbliuna
19.09.2019

1. Nær fekst tú tína fyrstu Bíbliu?

Fekk nýggju testamentu, tá eg varð konfirmeraður í 1962. Fyrstu bíbliu mína fekk eg, tá eg varð umvendur tvey ár seinni í 1964. Keypti hana frá Jóhan Hans Simonsen, trúboðara. Sigast skal eisini, at hann var mær góður tey árini, hann livdi aftrat, í andaligu menning míni. Hann doyði longu í 1966.

 

2. Nær byrjaði tú at lesa Bíbliuna?
Minnist ikki nágreint. Byrjaði longu sum 6 - 7 ára gamalur at ganga á møti saman við mammu míni. Plagdi at lesa bæði okkurt hjá mammu og bíbliu hjá einum eldri beiggja.

 

3. Kanst tú nevna eitt ørindi ella brot úr Bíbliuni, tú ert serliga glaður fyri?
Hesin er eingin ivi um. Nógv er gott, men mín kapitul í bíbliuni er Efesusbrævið kapitul 2.

 

4. Hvussu lesur tú Bíbliuna? Nøkur ørindi ella kapitlar hvørja ferð?
Lesi gjarna, tað sum hoyrir saman ella til ørindi, sum eru markerað við feitum tølum.

 

5. Hvønn týdning hevur Bíblian havt í lívið tínum?
Bíblian er fyri mær "vegurin, sannleikin og lívið! Eingin kemur til Faðirin uttan við mær (Jesusi - Orðinum um hann)." Hon hevur veitt mær ugga, vegleiðing, styrki, fyrigeving. - Eitt ljós á gøtu míni!