Lurta
10 bíbliuvers um frímóð
25.09.2019

Jósva 1:9: Eg havi jú sagt við teg: Ver reystur og hugdjarvur og ver uttan ótta og ekka, tí at Harrin, Gud tín, er við tær á øllum leiðum tínum!

 

1. Jóh. 3:21: Elskaðu tit, um hjarta okkara ikki dømir okkum, tá hava vit frímóð fyri Gudi.

 

2. Tim. 1:7: Tí at ikki gav Gud okkum mótloysis anda, men kraftar og kærleiks og hóvsemis anda.

 

Hebr. 4:16: Latum okkum tí við frímóði ganga fram at hásæti náðinnar, fyri at vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálpar í tímiligari tíð!

 

Áps. 28:31: Hann boðaði um Guds ríki og talaði um Harran Jesus Krist við øllum treystleika, uttan hindurs.

 

Ef. 6:17-20: Takið hjálm frelsunnar og svørð andans, sum er Guds orð, meðan tit við allari ákallan og bøn biðja eina og hvørja tíð í andanum og eru árvaknir til tess við øllum áhaldni og bøn fyri øllum hinum heilagu, og fyri mær við, at mær mega verða givin orð, tá ið eg lati upp munn mín, til at boða við treysti loyndardómin í gleðiboðskapinum, sum eg eri sendiboð fyri í leinkjum, at eg má tala við frímóði um hann, soleiðis sum eg eigi at tala.

 

Sálmur 27:1: Harrin er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast? Harrin er lívs míns vernd, hvønn skal eg ræðast?

 

Hebr. 13:5-6: Atferð tykkara veri uttan peningaágirnd; verið nøgdir við tað, sum tit hava! Tí at hann hevur sagt: «Eg skal als ikki sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær,» so at vit av fullum huga kunnu siga: «Harrin er hjálpari mín, eg vil ikki óttast; hvat kann mær menniskja gera?»

 

Fil. 1:14: Teir flestu av brøðrunum fingu í treysti til Harrans av leinkjum mínum enn størri dirvi til at tala Guds orð uttan ótta.

 

Hebr. 10:35: Kastið tí ikki frá tykkum treyst tykkara, sum hevur stóra løn!