Stúrið ikki fyri degnum í morgin
28.09.2019

Eingin kann vera trælur hjá tveimum harrum. Trælurin vil elska annan og hata hin ella halda seg at øðrum og sleppa sær undan hinum. Tit kunnu ikki tæna bæði Gudi og pengum.


Tí sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri mati og drekka, ella hvat tit eiga at fara í. Er lívið ikki meira enn maturin og likamið meira enn klæðini?


Síggið fuglarnar. Teir sáa ikki og heysta ikki og leggja ikki inn undir seg, men himmalski pápi tykkara føðir teir. Eru tit ikki nógv meira verd enn teir? Og kann nakar leingja lív sítt við at stúra? Hví stúra tit fyri, hvat tit skulu lata tykkum í? Síggið blomstrini á bønum: Tey hvørki arbeiða ella spinna. Sjálvt ikki Sálomon kongur var prýðiliga klæddur, sum tey eru.


Gud klæðir grasið á bønum grønt og vakurt, sjálvt um tað stendur ein dag og verður sligið dagin eftir. Man hann ikki tá eisini klæða tykkum? Hava tit nakra trúgv á Gud?


Tit eiga ikki at stúra og siga: „Hvat skulu vit fáa at eta og drekka?“ ella „Hvat skulu vit fara í?“ Tað eru bara tey, sum ikki trúgva á Gud, ið hugsa um hetta. Men tit eiga ein pápa í himli, sum veit, at tykkum tørvar alt hetta. Savnið tykkum um Gud og tað, hann vil hava tykkum at trúgva og gera, so gevur hann tykkum alt hetta.


Stúrið ikki fyri degnum í morgin, tað kunnu tit gera, tá ið hann kemur. Tað er nóg mikið av óndum at stúra fyri í dag.


Matt. 6,24-34
Nýggi Sáttmálin