Ungi maðurin gjørdist findarglaður
02.10.2019

Vit eru altíð hugtikin, tá ið onkur kemur á gátt í okkara sølubúð, og at okkum verður givið loyvi at geva ella selja fólki sína fyrstu Bíbliubók. Hetta er hent fleiri ferðir í ár.


Fyri fáum døgum síðan komu eini ung hjún í sølubúðina. Konan ættað úr India og maðurin úr Ísrael. Tey vildu ogna sær eina Bíbliu, skrivað á hebraiskum. Gleðin lýsti av hesum unga manni, og eg var noyddur at spyrja hann, hvaðan hann var ættaður, og hvat hevði viðurfarist honum. Ungi maðurin svaraði, at hann fyri stuttum hevði latið Jesusi at koma inn í sítt lív. Vit vóru ógvuliga hugtikin og søgdu við hann, at vit eisini vóru jødar, ið trúðu á Jesus.

 

Ungi maðurin fór at seta okkum fleiri spurningar, og hvussu trúgvin á Jesus hevði broytt teirra lív, og hvat foreldur okkara søgdu, tá ið vit fortaldu teimum, at vit trúðu á Jesus.


Hann segði okkum, hvussu hann var komin til trúgv á Krist:
“Eg fekk konu, sum var trúgvandi. Hon vildi fegin geva mær part í gleðiboðskapinum, hon átti. Eg stytti mær síðan stundir at lesa evangeliini úr Bíbliu hennara. Hevði bestan hugin at lesa úr Nýggja Testamenti fyri at sannføra hana um, at tað var skeivt at trúgva á Jesus sum hennara Messias.


Ein dagin, meðan eg las í NT, kendi eg, eins og Jesus talaði til mín; kendi ta eins og ein skelk. Tað gjørdist mær greitt, at Jesus er tann sanni Messias, og eg gav mítt lív í hansara hendur. Nú eri eg her og fari eg at keypa mína fyrstu hebraisku Bíbliu.”


Hann segði eisini, at hann eisini hevði prátað við eina eldri konu um hesi góðu tíðindi og vildi keypa henni eitt Nýggja Testamenti á hebraiskum.
Vit takkaðu saman Gudi, og vit vóru ógvuliga hugtikin av hesum unga manni, at hann so skjótt skuldi geva øðrum lut í hesum sama gleðiboðskapi. Vit góðu honum eina rúgvu av tilfari til tess at hjálpa honum at vaksa í kristnitrúnni. Eisini fekk hann nøkur Nýggja Testamenti, sum hann kundi geva vinfólki sínum.


Eisini ber til at biðja fyri hesum manni, at eisini hann saman við foreldrum sínum og øðrum fara at fáa lut í somu gleði og nýggja lívi, eins og hann sjálvur hevði fingið í kristnitrúnni. Biðið um vísdóm um, at trúgvin støðugt má vaksa, og at findargleðin í andliti hansara altíð má vísa seg og sýna øðrum, hvør Jesus veruliga er.

 

Myndatekstur: Andy Ball, eigari av sølibúð Bíbliufelagsins í Tel Aviv.


Kelda: Danska Ísraelsmissiónin.
Umsett: Henry Debes Joensen