Lurta
Reis teg upp!
23.09.2023

Eftir hetta var Jesus á ferð til eina bygd, sum eitur Nain. Bæði lærusveinarnir og nógv fólk fylgdu honum, og tá ið tey nærkaðust bygdarportrinum, møttu tey einum líkfylgi, sum kom út úr bygdini og fylgdi einum ungum manni til gravar.


Mamma hansara var einkja, og hann var einasti sonur hennara. Ein stórur skari fylgdi. Tá ið Jesus sá hana, tók hann hjartaliga synd í henni og segði: „ Ikki gráta.“ So fór hann til líkbøruna og nam við hana. Berararnir steðgaðu, og Jesus segði við dreingin: „Reis teg upp!“ Tann deyði reistist og fór at tala, og mamman fekk sonin aftur.


Ótti kom á øll, og tey takkaðu Gudi og søgdu: „Stórur profetur er risin upp okkara millum. Og Gud hevur vitjað fólk sítt.“


Tíðindini um Jesus komu út um alt landið har um leiðir.

 


Luk. 7,11-17
Nýggi Sáttmálin