Evangelium
09.10.2019

Tann nýmótans lesarin setir “evangelium” í samband við frásagnir um Jesu lív og virki fram til hansara deyða og uppreisn. Evangelium í tí týdninginum eru fýra dømir um í Nýggja Testamenti, og tey eru bundin at Matteusar, Markusar, Lukasar og Jóhannesar nøvnum.


Í sjálvum sær kann orðið “evangelium” umsetast til “góður boðskapur”, og hesin týdningur er at finna í politiska málinum í Rómverjaríkinum. Her varð tað nýtt um at kunngera avgerðandi hendingar, sum vóru gleðiligar fyri ríkið og tess íbúgvar: ein keisarasonur føddur ella ein stórur hernaðarligur sigur.


Í kristindómsins fyrstu áratíggjum tóku tey kristnu orðið til sín sum heiti fyri tí gleðiliga boðskapinum, sum kristindómurin boðaði í missiónsarbeiðinum.

 

Serliga í Paulusar brøvum er orðið kent í tí upprunaliga kristna týdninginum. Tá ið Paulus skrivar síni brøv um ár 50, eru enn ongar evangeliiskriftir, men Paulus brúkar orðið meira enn hálvt hundrað ferðir júst um ta munnligu boðanina. Tað sæst skilliga í m.a. teimum fyrstu ørindunum í Paulusar brøvum til meinigheitina í Róm.


Men hvussu kann tað tá bera til, at “evangelium” kemur at merkja ein skrivtlig frágreiðing um Jesu lív? Tað er hugsandi tann reglan, sum høvundurin til Markusevangeliið byrjar sína bók: “Upphavið til gleðiboðskapin um Jesus Krist, Guds Son.”

 

Tað er av røttum at halda, at Markusevangeliið er fyrsta samlaða skrivaða frásøgn um Jesu lív, so tá ið høvundurin byrjar sína bók við hesari reglu, skilst tað tískil, at hann vil skriva um, hvussu tann fyrsta Kristusboðanin byrjaði, nevniliga við Jesu dópi og virksemi annars til hansara uppreisn. Men rættiliga skjótt verður reglan lisin sum heiti á allari bókini: Her byrjar tann skrivliga frágreiðingin um Jesus Kristus. Tað er hesin týdningur, sum skjótt vinnur fram og hevur hildið sær heilt upp til dagin í dag.


Í lutherskari teologi fær “evangelium” enn ein týdning. Tá tað er í hugtaksparinum “lóg og evangelium” verða tey bæði orðini nýtt í hvør sínari øvutari fatan av frelsuni, at teir góðu gerningarnir eftir lógarinnar vegleiðing ikki eru ein møguligur frelsuvegur, men at menniskjan einans kann verða frelst við at Gud í sínum kærleika tekur ímóti menniskjanum.


Nýggi Sáttmálin