Tann, sum setir seg sjálvan høgt, verður settur lágt
12.10.2019

Einaferð var Jesus boðin til døgurða hjá einum leiðara hjá farisearunum.


Hvíludagur var, og allir gestirnir hildu eyga við honum. Brádliga stóð ein maður, sum var ógvuliga hovin, framman fyri honum. Jesus vendi sær til teir skriftlærdu og fariseararnar og spurdi teir: „Er tað loyvt at grøða um hvíludagin ella ikki?“ Men eingin svaraði.


Og hann nam við mannin og grøddi hann. Tá ið hann var farin, segði Jesus við tey: „Um ein av tykkum átti ein son ella ein oksa, sum datt í ein brunn, høvdu tit so ikki fingið hann upp aftur beinanvegin, sjálvt um tað var hvíludagur?“ Tey vóru ikki før fyri at svara honum.


Jesus legði merki til, at gestirnir royndu at fáa sær tey bestu plássini við borðið, og hann segði við einum líknilsi: „Tá ið tú ert boðin av onkrum í brúdleyp, skalt tú ikki seta teg í tað besta plássið. Kanska onkur annar gestur er fínari enn tú, og so kann henda, at verturin kemur og biður teg flyta og geva honum plássið.Tað verður pínligt fyri teg, at tú mást seta teg í eitt verri pláss. Set teg heldur í eitt vánaligt pláss, so kanska verturin kemur og sigur við teg: „Góði vinur, kom tú og set teg hjá mær.“ Og tá fara hinir gestirnir at hava virðing fyri tær.


Tann, sum setir seg sjálvan høgt, verður settur lágt, og tann, sum setir seg sjálvan lágt, verður settur høgt.“


Luk. 14,1-11
Nýggi Sáttmálin