Maria Magdalena
17.10.2019

Evangeliini nevna Mariu Magdalenu 13 ferðir. Hon er tó dúgligari nevnd í seinni skriftum, ið leggja afturat søguni. Eingin av skriftunum verða mett sum nóg søguligar keldur.

 

Tað, Bíblian sigur um hana, er, at hon fylgdist við Jesusi og var eygnavitni til uppreisn Jesu. Hon var við í fylginum av kvinnum, ið fylgdust við Jesusi (Luk 8,2). Hon var vitni til krossfestingina, og hon sá staðin, har Jesus varð lagdur – og eisini: hon var ein teirra, ið fann ta tómu grøvina, og hon møtti Jesusi á gravstaðnum eftir uppreisnina.

 

Maria Magdalena er tí í NT eitt týdningarmikið eygnavitni um hin upprisna Jesus (Jóh 20,11). Hon er tann kvinnuligi lærusveinurin, ið evangeliini mest nevna. Samstundis er nógv, ið ongan kunnleika hava um hana. Tá ið sagt verður í (Luk 8,2), at sjey illir andar vóru farnir úr henni, er tað heilt óvist, hvat hetta hevði at siga. Vit vita ikki hvør líðing hennara var, og hvussu tað hendi, at hon gjørdist leys av hesum. Tað er eins og ein gátuførur friður yvir henni.

 

Bíblian sigur ikki tað nógva um hana. Sambært hagtølum, so var kvinnunavnið Maria eitt vanligt navn í Ísrael á Jesu tíð. Bíblian sigur annars frá mongum kvinnum, ið eita Maria. Í NT eru minst seks, ið eita Maria. Mariunavnið verður oftast nærri lýst við t.d. ískoytinum ‘Magdalena’, ið merkir ‘úr Magdala’, einari bygd við Genesaretvatn. Av tí at so mangar kvinnur, ið bera sama navnið, fara fleiri nú á døgum at blanda navnið Maria Magdalena við navnið Maria úr Betania, ið salvaði Jesu føtur (Jóh 12,3); við konuna, ið livdi eitt syndafult lív. (Luk 7,37)

 

Her ber væl til at blanda íspunnar søgur um, at Maria Magdalena var áður skøkja; men hetta er ikki lýst nærri í áður søguligum keldum, sum eru evangeliini í Bíbliuni. Seinni skrift, ið nevnd verða apokrýfe evangeliir, leggja afturat um Mariu Magdalenu. Apokrýfiska Filipsevangeliið sigur í einum kendum parti, at hon var Frelsarans ‘koinonos’. Orðið merkir, hjúnafelagi, skrivar rithøvundin, Dan Brown í bókini: Da Vinci-koden. Hetta uppáhaldið er eitt mistak.

 

Grikska orðið ‘koinonos’ er nýtt fleiri ferðir í NT og merkir næstan ‘starvsfelagi’ ella medarbeiðari. Timoteus er Paulusar medarbeiðari, ikki hjúnafelagi, sum Dan Brown heldur. Heldur ikki Filipsevangeliið sigur, at Jesus og Maria Magdalena vóru gift.

 

Vit vita ógvuliga lítið um Mariu Magdalenu. Men tað, vit kunna leggja dent á, er, at seinni íspunnar søgur onga rót hava í søguligum upplýsingum um hana.

 

Kelda: Norska Bíbliufelagið

Henry Debes Joensen, umsetti